Áheitan um at stuðla Trúboðanum
Trúboðin var í meira enn 75 ár eitt prentað blað, og hvørt ár varð haldaragjald kravt inn frá haldarunum. Nú Trúboðin er vorðin tann netmiðil, sum tú nú lesur, verður haldaragjald ikki kravt inn longur. Alt tilfarið, sum gjørt verður, er atkomiligt fyri øll við internetatgongd uttan kostnað. Vit hava eisini lagt stóran dent á, at nýggja heimasíðan skal vera so løtt sum gjørligt at brúka hjá øllum, bæði við teldu, teldli og snildfon.
Tað merkir tó ikki, at tað ikki kostar at gera tilfarið. Ein fjøld av sjálvbodnum eru við til at framleiða tilfar, men umframt eitt fulltíðar starvsfólk, eru fleiri aðrar fastar útreiðslur, eins og neyðugar eingangs-íløgur eru gjørdar í útgerð.
Í mun til pappírsblaðið verður meira tilfar gjørt, skjótari og – eftir okkara tykki – eisini betri. Tíðindini eru feskari, og netmiðilin røkkur eisini væl longri. Vit kunnu fylgja við og síggja, at nógv fleiri lesa greinarnar, enn tað vóru haldarar á blaðnum. Ítøkiligar ætlanir um at menna síðuna enn meira eru eisini komnar langt.
Soleiðis er hesin miðilin eisini ein trúboðari, sum arbeiðir úti á netinum, umframt at miðilin er málgagn hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.
Við hesum heita vit tí eisini á teg um at umhugsa at vera við til at bera henda miðilin fíggjarliga. Ert tú ein av teimum, sum longu hava teknað seg sum fíggjarligan stuðul, takka vit hjartaliga fyri tað! Til dømis hava onkrir av gomlu haldarunum sett sær fyri at halda fram við einum stuðli, sum svarar til gamla haldaragjaldið.
Vilt tú stuðla, kanst tú til dømis trýsta her og síðani fylgja vegleiðingini. Tað er trygt at gjalda umvegis FarPay, og tú skalt nýta eina teldupostadressu og eitt gjaldskort (sí vegleiðingina allarniðast í hesi grein – minsta upphædd er 50 krónur).
Vilt tú heldur stuðla á annan hátt, kanst tú venda tær til skrivstovuna á telefon 470000 og fáa nærri kunning. Eitt nú ber til at stovna fasta flyting ella at flyta eina einstaka gávu til eina av niðanfyri nevndu kontum.
Banknordik 6460-112.546.1
Betri Banki 9181-120.534.1
Norðoya Sparikassi 9865-100.186.2
Suðuroyar Sparikassi 9870-429.112.4
Hjartaliga takk fyri allan stuðul!