Áhugaverdur ársfundur hjá OM-Føroyar

Mánakvøldið 28. apríl hevði OM-Føroyar ársfund. Fundurin varð hildin í kjallaranum í Skansahúsinum í Havn, har OM-Føroyar hevur sítt høvuðssætið.

Formaðurin, Jens Olsen bjóðaði vælkomin, og Absalon Áargarð varð valdur at leiða fundin. Hann gav Jens orðið aftur til formansfrágreiðingina.
Jens Kristian byrjaði við orðum um missión, út frá Joh.4,35 og Matt.9,34-39. Hann nevndi millum annað, at akrarnir eru búnir til skurðar, men síggja vit tað? Tí var umráðandi at biðja Gud senda fólk úr at heysta inn skurðin.

Nógv virksemi farna árið
Síðani nevndi Jens nógv av tí sum OM-Føroyar hevði gjørt og verið við til í farna árið, og tað var ikki lítið. Mong høvdu verið úti í missión í styttri ella longri tíð í øðrum londum og umborð á Logos Hope og Duglos Hope. Hann nevndi m.a. at Teenstreet hevði umleið 300 luttakarar úr Føroyum og Mini-teenstreet sum hevði verið á Kambsdali við sera góðari undirtøku. Á skránni hevði eisini verið Missiónsskúlin í Skansahúsinum, Logos Hope vikan og at fólk frá OM høvdu verið úti um landið og virkað við til møtir. Nógv var at fegnast um og takka og biðja fyri.

LES EISINI  OM Føroyar leitar eftir nýggjum starvsfólki

Fleiri starvsfólk gevast
Síðani nevndi Jens, at tíverri gevast fleiri starvsfólk í OM-Føroyar í hesum døgum. Útskifting av starvsfólki er av og á, – og er óivað neyðug, men tað er avbjóðandi tá fleiri gevast samstundis. 

Jóhan Petur Johannesen, sum hevur stimbra fólk til missión og er fyrrverandi leiðari, gevst eftir 13,½ árið. Helena Olsen, roknskaparfólk, gevst eftir 7 árum og Dánjal av Rana, dagligi leiðarin, gevst eftir 5 árum. Størvini eru lýst leys, men eru ikki sett enn. Heitt var á vinirnar um at biðja Gud kalla fólk til uppgávurnar.

Til seinast nevndi Jens, at hann gevst í nevndini og sum formaður. Tórheðin Jensen er valdur í nevndina fyri hann. Hann takkaði starvsfólkunum og vinunum og segði, at Gud ber arbeiðið.
Sangur er vanliga á ársfundinum. Í ár var tað kvinnukórið Tabitha av Argjum, sum sang tríggjar sangir. 

Roknskapur og tøkkir
Helena Olsen, roknskaparleiðari, gjøgnumgekk síðani roknskapin. Roknskapurin fyri sjálvt OM-Føroyar gav 1,2 mill. kr í inntøku og 1 mill. kr. í útreiðslum. Samlaði roknskapurin, tá Teenstreet, missiónsátøk í øðrum londum, olja til Logos Hope og annað var við, var góðar 6 mill. kr og útreiðslurnar 5,9 mill kr. Nevnast kann, at Logos Hope hevði fingið 2.168.000 kr til keyp av olju. Frálíkt.

So fingu starvsfólkini, sum eru givin, eina takkarkvøðu hvør og gávu. Tað vóru kvinnur í nevndini fyri OM Føroyar, sum takkaðu. Randi Joensen takkaði Helenu, Kristianna Johannesen takkaði Dánjali, Durita J. Jacobsen takkaði Jóhan Peturi og Guðrun Elttør takkaði fráfarandi formanni, Jens Olsen.
Vitjandi I’Ching Chan-Thomas, varaleiðari í altjóða OM, og hon bar eina heilsu.

LES EISINI  Logos Hope-vika í Føroyum: Savna olju til Logos Hope

Til seinast var bønarløta. Jóhan Petur leiddi løtuna og biðið var við borðini yvir teimum evnum hann nevndi.  Jens takkaði øllum fyri góðan fund, ynskti Guds signing yvir arbeiðið og bjóðaði til drekkamunn.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina