Áhugin var ov stórur

Nakrir tekniskir trupulleikar vóru tá fyrsta møtið úr Tabor á Toftum varð sent beinleiðis á trubodin.fo. Nógv fólk vitjaðu heimasíðuna og stroymingin steðgaði.

–  Vit høvdu kannað, hvussu nógv trýst síðani megnaði, og okkum varð sagt, at síðan átti at klára trýstið og uppgávuna. Men áhugin var sera stórur. Vit dagførdu síðuna, og umleið klokkan 18.20 fingu øll fylgt við aftur á Trúboðanum, fortelur Carsten Fonsdal Mikkelsen, ið arbeiðir á trubodin.fo.

–  Vit harmast sjálvsagt um teir teknisku trupulleikarnar, men tað gleðir okkum, at áhugin er so stórur! Tá tøknin nú er avprøvað, fara fólkini handan møtini á netinum í gongd at fyrireika møtið næsta sunnukvøld.