Allahalgannasunnudag er minningarhald fyri børn, ið farin eru

Minningarhald fyri børn, ið farin eru, verður allahalgannasunnudag 3. november klokkan 16 í Havnar kirkju.

Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, prædikar. Tórshavnar Kamarkór luttekur við sangi. Minningarhaldið verður sum ein vanlig gudstænasta. Fyri gudstænastuna er høvi hjá teimum, sum hava hug til tess, at tendra ljós fyri barninum, tey hava mist, og vit minnast tey í kvirru.

Eftir gudstænastuna verður drekkamunnur í Kirkjustovu. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Minningarhald varð skipað á fyrsta sinni í november í 1997. Undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt var at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt – uttan mun til nær og í hvørjum sambandi barnið er mist.

Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annaðhvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum.

LES EISINI  "Ein kirkja, sum er nærverandi í líðing og sorg hjá menniskjum, er livandi og verður ikki eitt forngripasavn"
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina