Andakt til tey gomlu 15

Eg sigi tí: Hetta er harmur mín, at høgra hond hins hægsta er umskift! (Sálm 77,11)

Tað tykir okkum, at vit liva í eini tíð, har so lítið viðurferst. Vit hava frætt um vekingartíðir, har neyvan nakað heim í sóknini, ikki var ávirkað og setti spurningar og vildi finna vegin til Guds. Vit minnast kirkjuna á tremur, at fólk sótu kroyst saman á kirkjubenkrunum og miðgongin proppað at standandi kirkjufólkum. Okkum kemur í hug kraftarmikla songin í missiónshúsinum av ungum, ið vóru komin við.

Í dag, nú boðskapurin tykist verður bæði kámur og hjálparleyst framborin. Prædikan fangar ikki. Undurfull festlig minni, og ein fátækslig nútíð.

Her kann sníkja seg inn ónd hugsan. Prestar, ið einki duga. Lítið veiggj í okkara trúboðarum. Eingin veit, hvat umvending er. Ferð aftaná ferð lesa vit í Bíbliuni hetta, “at Gud gjørdi vart við seg”. Hví ger hann ikki vart við seg longur? Hevur hann steðgað framgongdini? Eru menniskju vorðin honum ov vitug? Tað er alt vorðið eftir teirra egna høvdi.

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 13

Fyri tveimum, trimum túsund áru síðan var eitt sálmaskald, ið hevði tað á sama hátt. Hvat fór hann undir at gera? Tað sigur hann í 12. versi. “Eg havi í huga stórverk Harrans, tí eg minnist á tíni undur úr forðum.” Tað mugu vit eisini leggja okkum á sinni: Gud er hin sami, vár Harri Jesus er í gjár og í dag hin sami, ja, um allar ævir; men vit eru vígd inn í ætlanir Guds. Tað okkum nýtist, er at biðja og halda á at biðja og við orðum søgd av Lutheri, at hann lovar at bønhóyra okkum, tó við hesum uppískoyti: men bara við teimum ráðum, sum Gud eina loyvir. Gud eina er enn ríkur og veldugur og miskunnsamur sum á hvítusunnudegnum. Tað er satt, sum vit syngja tann dag:  Kom andi Guds og okkum lýs, ger okkum sonn, ger okkum vís. Slb. 232,3.

 

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina