Andakt til tey gomlu 16

Sál mín Harranum lova, og gloym ikki allar vælgerðir hans.
(Sálm 103,2)

Eitt, ið ger eitt eldri menniskja illa við, er, at tað er farið at gloyma. Tað vil fegið siga frá onkrari hending á leiðini, og ja, so brádliga hevur viðkomandi gloymt týdningarmikla persónin í frásøgnini. Tú møtir fólkum á gøtuni, kennir viðkomandi so sera væl, men tú mást við sveitta og møði minna teg á navnið á tí, tú møtir. Havi gloymt navnið.

Eina lítla frægd av at gerast gloymskur, hevði eg ein dagin, systir mín, ein av hennara seinasta døgum, hon átti eftir her á fold. Eg kom framvið og segði seigliga: “Situr tú og lesur detektivsøgur?” spurdi eg, “eg man hava lisið hana áður; men eg kann ikki minnist , hvør gjørdi tað!” segði hon.

Orðið úr Sálmi 103 sigur, at tað er eitt, vit ikki mugu gloyma: “Guds óteljandi vælgerðir. Tær hava vit gomlu lyndi til at gloyma, framum nívandi løtur og tvørleikar og tápuligu atburðir í ungdómsdøgum okkara. Júst sum tey, ið onga framtíð eiga, hava vit loyvi at liva í fortíðini, droyma um løtur frá barnaárunum, um faðir og móður, ommu, um ánna, vit vassaðu í. So ber á viðhørt, at okkara køldu hjørtu orna, ísurin loysnar og hjartað fyllist við gleði og tøkk. Væl er nútíðin ikki so hugalig; men fortíðin var á mangan hátt fylt við Guds vælgerðum, sum vit ikki hava tal á. Størst var undurið, Gud læt gera, tá ið hann opnaði oyru míni, so eg kundi hoyra, og eisini opnaði eygu míni, so at eg sá Jesus sum frelsara mín.

LES EISINI  Verið altíð glaðir!

Áh, sum dagarnir gerast gráir, hvørja ferð vit gloyma Guds vælgerðir. Hetta merkir tíverri, at tað einki kemur okkum til hugs at siga Gudi tøkk fyri. Tá gerast vit grenjut og trútin og gerast ræðslusligin og ónøgd.

Tá ið vit minnast Guds vælgerðir, gerst hámarkið í gudstænastuni sunnumorgun, lovsongurin. Prædikan er strævin at fáa innihaldið av vegna tess, at hoyrnin er viknað og ellisárini gera tað torført at minnast innihaldið í taluni.

Lat kirkjulið títt trivnast, í góðum kristnum sið, lat stirdar sálir livna, gev sundurbrotnum grið! Og til títt halga hús lat fjølment okkum leita í trúnni glað og fús. Slb. 7,5.

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina