Andakt til tey gomlu 18

Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit flúgva avstað.
(Sálm 90,10)

Tað er nakað rokmikið í tíðini, hetta, við at gerast gamal. Tú kanst neyvan halda skil á árunum. Ungdómsárunum – fyri alt tað barnaárunum – her var munur á. Hoyrir tú um ein, tú kennir; men lítið og einki samband hevur við dagliga, verður sagt viðhvørt: “Ja, men er hann á lívi enn?” men tað kann eisini henda, tú tosar við ein ungan og spyr eftir pápanum, sum tú kendi so sera væl og sigur í prátinum at enda: “Heilsa pápa tínum, hann kendi eg so væl!” “Júmen, tygum, tað kann eg ikki so væl. Hann doyði fyri tveimum árum síðan!” So stendur ein har so eymligur og hámur. Sum sagt verður: “årene sig på mig listed, jeg blev gammel, før jeg vidste’d”. Tú gloymir, at tú ert sjálvur vorðin gamal. Ein gamal trýnur út á koyribreytina, beint framman fyri bili mínum, meðan eg kom har koyrandi. Eg floyti, alt eg kann og sigi uttan at vita av: “títt gamla tjórneyt!” Og í sama andadrátti sigi eg við meg sjálvan: hann er annars yngri enn tú sjálvur!
Hetta, at ein gerst gamal – vegna tess og nógv annað – gerast mong svartskygt, síggja heimin gráan, lívið fátæksligt. Hetta leggur Bíblian ikki skýli yvir. Slíkar dagar verður sagt í Sálmi 90: “Teirra dýrd er bert sút og møði.” Enn sterkari gremur gamli Jákup seg, tá ið sonurin, Jósef, umboðar hann fyri Farao: “fá og vond vóru míni ellisár.” Ein kann veruliga vera so mótfallin, at alt lívið fær gráan lit, tá ein lítir aftur um bak.
Troystin er, at tá ið Bíblian lýsir okkum á henda hátt, so er harvið sagt, at Guds miskunn er yvir okkum, eisini tá ið við eru í ringum hýri. Sum Mika profetur sigur: “Hvør er Gud, sum tú, ið fyrigevur misgerðir, og strikar út syndir!” Tað er nevnliga synd at gloyma at siga tøkk, men tað eru løtur í ellini, har minnið svíkur.

LES EISINI  Eyðmýkingin hevur eitt endamál
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina