Andakt til tey gomlu 19

Sí, eg sigi tykkum eitt loyndarmál. Vit skulu ikki allir sovna burtur, men vit skulu allir verða umbroyttir, í bræði, í einum eygnabragdi, við hin síðsta lúðurin.
(1 Kor 15.51)

Paulus var vísur í, at hann fór ikki at doyggja, men uppliva at síggja Harran koma aftur á skýggjunum. So satt hann kom, er hann eisini tann, ið koma skal. Hetta trúðu tey fyrstu kristnu fult og heilt. Vit hava enn gleðiróp á teirra máli: maranatha! Tað merkir: Harri okkara, kom!

Jesus hevur tó ikki sýnt seg á himmalsins skýggjum enn. Heimurin hevur farið sína skeivu gongd, sum um einki var viðurfarist. Nýggjur himmal og ein nýggj jørð, har rættvísi býr, er lovað okkum. Vit høvdu kunnað ynskt okkum at sæð og upplivað hetta. Vit kunna fáa eina kenslu av at verða lumpað. Fyrigeving frá Gudi og hjartafriður, sunnudagsgleði og lovsongur er alt tilsaman í lagi; men tað er ógvuliga fjart frá lyftinum: “sí eg geri allar lutir nýggjar”.

LES EISINI  Verið altíð glaðir!

Ætt eftir ætt hava í meira enn tvey-túsund ár havt henda longsulin og hildið hann livandi – men alt er enn við sama lag, og ein kensla av ónøgd var við hvørt við at taka seg upp ímillum Guds fólk.

Men at kalla, løgið er tað, at okkum er givið loyvi at fylgja Paulusi gjøgnum árini við hjálp av hansara 13 brøvum fram at tí degi til tann dag, hann við vissu boðar deyða sín. Tó er eingin ónøgd at hóma. Brævið til Filippimanna er skrivað í fangahúsi. Hann veit sjálvur ikki, um hetta verður hansara seinasta, “deyðin,” ið býðar honum.

“Eg eri í iva millum tey bæði, við tað at eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristi, tí at tað hevði verið ólíka nógv betri; men at verða verandi í holdinum er neyðsynligari fyri tykkara skuld.” (Fil 1,23-24) Her er einki, ið sýnir, at hann er vorðin lumpaður. Enn minni í seinasta brævinum, skrivað í fangahúsi (2 Tim 4,6-8): “Tí at nú er komið at tí stund, at eg verði ofraður, og tíðin er komin, at eg fari avstað. Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna, og nú liggur rættvísiskransurin goymdur til mín…”

LES EISINI  Lovsongurin fær ongan enda

Tora vit samanum tikið at taka hesi orðini í okkara munn og lata tey verða okkara seinastu? “At lívið er mær Kristus og deyðin ein vinningur.” (Fil 1,21)

Bert lítla stund ein søtan blund, og allar skýmdir rýma; Guds nýggja sól ein morgun ól um himnahól, har aldri fer at skýma. Slb. 440,5

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina