Andakt til tey gomlu 33
- Grátandi gekk hann aftur og fram, kvartandi: “Absalon, sonur mín! Absalon, sonur mín! Gævi eg var deyður í tín stað! Absalon, sonur mín, sonur mín!”
(2 Sám 18,33)
Hetta er eisini tyngsta sorgin, eitt mannalív kann hava við sær, sorgina um sítt barn, hevur Bíblian, Guds orð, lýst og borið fram. Tað er Dávid kongur ta ferðina, hann fekk boðini, at hansara fremsti sonur, var fallin samsvarandi gerðum sínum. Hann hevði birt uppreistur móti faðiri sínum, deyður í syndum sínum. Kongurin fjaldi seg fyri teimum mongu eygnakøstum uppi á stovu síni á flatu tekjuni. Har kundi hann geva sorgini rúm.
Omma mín nýtti ein part av síni seinastu tíð at kanna, hvussu tað gekst hennara børnum. Ein sonarkona hennara gjørdist heilaveik og var í mong noydd at vera á stovni. Hesa sorg tók henni so nær, at hon misti alt hárið. Ein dagin sigur hon við meg: “Størstu sorgina eri eg spard fyri, hon er Guds stóra náði ímóti mær, sorgin yvir óargalig børn. Hon er sum eitt botnleyst dýpi.”
Paulus hevur ein løgna málbering í (1 Kor 8,3) “Men um einhvør elskar Gud, tá er hann kendur av honum.” Gud kennir meg, mína synd, mína fjaldu sorg og loyndarfulla ótta. Alt. At Gud kennir okkum, er ikki bara tí, at hann er alvísur. Tað hevur við hansara kærleika, hansara miskunn, hansara fyrigeving at gera. Hann viðurkennir sær teg.
So vilja vit, hóast alt siga sum sálmaskaldið í (Sálmi 68,20): “Lovaður Harrin veri, dag eftir dag hann okkum ber, tann Gud, ið er frelsa vár.”
“So legg tú allan trega, í Harrans sterku hond, lat trúgv og vón teg gleða, um tíðin sýnist vánd. Tað er ei tú, ið veldur, ei tú, ið tekur ráð, Gud veldisstavi heldur, og ferð hans øll er náð.” Slb. 44,6