Andakt til tey gomlu 36

Eg veit, hvar tú býrt 
(Jóhs Op 2,13) 

Hesi orð vórðu mær einaferð til stóra uggan. Eg hevði fingið at vitað, at eg var kallaður til prestagerning í einari sókn, har ikki bara var vánalig kirkjugongd – ja, tað hendi seg, at als eingin kom – áh, hvør líkasæla!; har ráddi ein rótgrógvin andstygd bæði fyri kirkju, presti, ja, øllum tí, kirkjan bar boð um. Kirkjan var misrøkt. Kirkjugarðurin samangrógvin. Tá ið eg hevði verið har í 4 ár, skilti eg, at eg ikki hevði avrikað tað stóra, og var um at falla í fátt.  

Tá kom hetta orðið til mín, sum Gud sigur til kirkjuliðið í Pergamos. Har stóð eitt prýðiligt avgudatempul við einum altari, ið enn er í varðveitslu á einum savni í Berlin. Áh, tey veitsluhald, har hava verið hildin! Fólk av bygd og bý í Pergamos og umhvørvinum har, hava hildið sær á gamni. Hugsi, at tey kristnu hava hildið sær á mottuni heima hjá sær sjálvum. So ein dagin, fingu tey bræv frá Jóhannesi, ápostli,  við hesum orðum frá Gudi: “Eg veit, hvar tú býrt, har sum hásæti Sátans er.” 

LES EISINI  Hvussu hava tit tað?

Eitt er at trúgva, at Gud er alvísur og síðan tríva um eitt slíkt orð. Annars høvdu ikki prestar í hópatali søkt sær annað starv, beinan vegin sum trupulleikar í hópatali stinga seg upp. 

“Eg veit, hvar tú býrt,” sigur okkara trúfasti Gud og faðir á himli. Eg veit væl, at tú hevur fólk uttan um teg, sum banna og blóta. Eisini tey, ið komin eru til árs eins og eg sjálvur. Hesi gera alt tað, tey kunna at fjala seg fyri Gudi. Vit eru ikki í vanda at missa ognir ella lív, sum tey í Pergamos. Men á ein hátt er tað beiskt at síggja heiðinskapin breiða seg í fólki okkara, sum hevur verið kristið í 1000 ár. 

Men Gud er trúfastur. Tí fáa vit hetta orðið frá honum sum rámar støðuna, ið bræðir beiskleikan og broytir sorg til gleði. 

Gud faðir vár! Tá verður frøi,
tá ríki títt vil kenna grøði,
sum sólin ferðast vit hvønn dag
í Jesu Kristi dýrdarstað.
Tí, tá eg gav tær hjartað, Gud,
við honum fekk eg himnalut
.
Slb. 229,7 

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 17

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina