Andakt til tey gomlu (39)
Men ein og hvør í sínum raði.
(1 Kor 15,23)
“Gud gevi teimum saman við øllum trúgvandi kristnum eina gleðiliga og heiðursfylta uppreisn.” Kann ein lesa á gomlum gravsteinum. Tað er eitt betri ynski enn mong av teimum, vit lesa á kirkjugørðum í dag: “Hvíl í friði!” “Minnið um teg verður ongantíð gloymt.” Tað, okkum bíðar, tað mannaættin væntar, er ikki deyði og undurgangar, jú, tað er tað eisini. Viðhvørt tykist hetta vera okkum so nær. Men Gud fer at opna okkara eygu, so at vit eins og hóma okkurt hinumegin deyða og grøv – uppreisnina. Gud vil ikki, at deyðin skal hava seinasta orðið.
Tað hevur hann ikki bara sagt okkum, nei, hann hevur prógvað tað fyri okkum við Jesu upreisn av deyðum. Uppreisn av deyðum er byrjað, byrjað her á okkara jørð. Allur heimurin er staddur í einari nýggjari støðu. Um hesa nýggju støðu skrivar Paulus ápostul í tí stóra uppreisnarkapitlinum; “men ein og hvør í sínum ræði, men fyrst Kristus sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur. Tínæst tey, sum hoyra Kristi til við komu hansara. Síðan kemur endin.” – Tað er uppreisn alra og endaligi dómurin. “Tí at vit mega øll verða opinberað fyri dómstóli Krists, fyri at ein og hvør kann fáa afturgoldið tað, sum er útint við likaminum, eftir tí sum hann hevur gjørt, annaðhvørt gott ella ilt.” (2 Kor 5,10)
Vit liva so statt í eini ógvuliga áhugaverdari og spennandi tíð. Velduga stríðið millum Gud og hin ónda nærkast endanum. Hann, ið hevur deyðans veldi, leið sín avgerandi ósigur páskamorgun. Hann, ið er høvur kirkjunnar, er likamliga upprisin. Næstur í raðnum verða vit.
Tí er hetta at liva saman við Kristusi ein løgin blandingur av gleði og bivan. Tað er undursamt at kunna siga sær sjálvum – tú gongur lívinum á møti, ikki deyðanum. Tú gongur degnum á møti, ikki náttini. Í hvørjum raði eri eg? Tí tað fer altso at verða bæði ein gleðilig og ein syrgilig uppreisn.
“Ger búnan meg og gev mær lund at bíða, til tú á miklu morgunstund skal stíga at táradølum meg úr jarðarkvølum at bera heim at tínum fagnarsølum.” Slb. 283,4
Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti