Jógvan Højgaard – 20 ár í starvi sum trúboðari

Á ársmøtinum var ein serlig løta, har Jógvan Højgaard varð heiðraður fyri 20 ár í tænastuni sum trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Aðalskrivarin handaði honum blómur sum tøkk fyri drúgva og trúfasta tænastu.

Jógvan hevur verið trúboðari hjá Heimamissiónini síðani 2006 og er settur hálva tíð við serligari ábyrgd av missiónsarbeiðinum í Suðuroy. Har hevur hann í mong ár fyriskipað missiónsvikur, hildið møtir kring oynna og verið ein tryggur stuðul hjá tí staðbundna arbeiðinum. Arbeiðið er ofta gjørt í tí stilla, men hevur stóran týdning fyri mong.

Hóast høvuðsarbeiðsøkið er Suðuroy, hevur Jógvan eisini tænt aðrastaðni í landinum. 

Heimamissiónin takkar Jógvani hjartaliga fyri trúfesti, tænastu og góða arbeiðið øll hesi árini. Vit ynskja honum Guds signing framyvir og biðja Gud styrkja og leiða arbeiðið, sum hann stendur í — bæði í Suðuroy og kring landið annars.

LES EISINI  Heimamissiónin søkir eftir nýggjum volontørum til Íslands komandi hálvár
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina