Andakt til tey gomlu 42

Teimum, sum eru ríkir í hesum núverandi heimi, skalt tú bjóða, at teir ikki megu vera hugmóðigir, heldur ikki byggja vón sína á hitt ótrygga ríkidømið, men á Gud, sum gevur okkum allar lutir ríkliga til nýtslu, at teir skulu gera gott, vera ríkir í góðum verkum, vera gávumildir og beinasamir.

1 Tim 6,17

Tað er óhugnaligt, hvussu hjartað eisini – tá ein gerst gamal – hongur seg at peningi. Ja, Luther man hava rætt, tá ið hann sigur, at serligu freistingarnar í manndómsárunum, er heiður og æra – og ellisárini, gírni. Meg minnist eitt ógvuliga gudrøkið menniskja, hann væntaði skjótt Jesu afturkomu, siga, at hann vónaði, at hann ongantíð fór at nýtast eitt familjugravstað í kirkjugarðinum. Í samband við, at kirkjugarðurin fór at verða víðkaður, fór kirkjuráðið fegið at keypa eitt jarðarstykki frá honum. Hann var treiskasti maður, eg nakrantíð á ævini havi møtt. Hann fekk ongantíð nóg mikið. Koma Harrans, ið var nær, sum hann skuldi møta í skýnum, vóru ikki í hansara tonkum ta løtuna, vit tingaðust um keypsprísin.

LES EISINI  Gud kann geva okkum dirvi at biðja um tað ótrúliga

Gott, at royna seg mótvegis slíkum orði sum hesum, ið Paulus skrivaði Timoteusi. “Fegin geva og býta við onnur.” Gleðir bankabók tín teg almikið? Hevur tú varnast ta loyndarfullu vanvirðing, tær kemur til hugs um tey, ið einki hava lagt til síðis? Hetta er ein tileggjan fyri okkara umhvørvi, vit ikki gáa um.

“Savnið tykkum ikki ríkidømi!” Hevur Harri okkara, Jesus, sagt. Vit eiga veruliga  at takka Gudi fyri ta hørðu skatting, sum ger tað ógjørligt hjá flestum menniskjum at savna sær ríkidømi. Okkum, ið goyma eitt sindur á kistubotninum, mega vera greið yvir, at sál okkara er í vanda. Serstakliga, um Luther hevur rætt, at gomul og gírni hoyra saman.

“Ríkidømis svikaræði, hugmóðs skilaleysa trá, øvund, girnd og ilskubræði, lygn og svik og hat og háð, hvørt um annað trokar inn; styrk tí, Gud, várt veika sinn! Vantrúgv er tað alraversta, vinnur hon, má vón øll bresta.” Slb. 400.3

LES EISINI  Hvíludagur
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina