Eisini um kvøldið skal vera ljóst
Í seinasti bókunum í Gamla Testamenti er nógv talað um “hin dagin”. Tað er tann dagur, Gud kemur og setur á stovn ríki sítt og ger rætt og skil. Tað er tann dagur, tá ið Gud trýnur fram úr skýli sínum og opinberar seg. Til alt hetta, ið tá hendir, er, at vunnið verður á myrkrinum. Fyrstu skapanarorð Guds vóru, “verði ljós!” fara tá at verða at galda av nýggjum og beint verður fyri myrkrinum.
Mangar av hesum fyrijáttanum vanta enn at verða uppfyltar. Um tað nýggja Jerusalem verður sagt: nátt skal ikki vera har. Men nøkur av lyftunum vórðu uppfylt, tá ið Gud opinberaði seg í syni sínum. Tí kann Paulus siga (2 Kor 4,6): Tí at Gud, sum segði: “Úr myrkrinum skal ljós skína fram,” hann læt tað skína fram í hjørtum okkara.
Tí kallar Jesus sjálvur síni egnu fyri ljósins børn – og vit verða ámint í ápostlabrøvunum at liva sum børn ljósins – “tí at allir eru tit ljósins børn og børn dagsins, vit eru ikki børn náttarinnar ella myrkursins.” (1 Tess 5,5)
Fyri okkum er tað nú vorðin kvøldartíð, lívskvøld okkara. Tað kvøldar og ljósið hvørvur so líðandi.
Eisini um kvøldið skal verða ljóst. Hesi orð frá Zakarja fekk eg einaferð ein dagin, okkurt tyngdi meg m.a., at faðir mín stríddist við tunglyndi. Eg las tey fyri móður míni. Hesi orð gjørdist henni ein uggan og troyst. Hesi orð fingu vit at sanna, tí faðirsins seinastu ár gjørdist ljós og blíð. Gud unnar okkum eitt lívskvøld við ljósi og gleði í hjarta og sinni.
Tí kunna vit við treysti biðja sum hinir báðir menninir, ið vóru á veg til Emmaus og komu í fylgi við hin upprisna Jesus og søgdu við hann: “Ver hjá okkum, Harri, tað tekur at kvølda.”
“Felags um hans frið og dýrd, eru fólk av honum skírd. Til Guds æru av Guds náði, sælu eg um ævi fái í várs Harra Jesu navn.” Slb. 345,3
Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti