Christmas Child: Lakari undirtøka enn í fjør, men tó 4.064 skógvaeskjur, givnar av gleði
Christmas Child verður nevnt heimsins størsta jólatiltak, og tey, ið skipa fyri tiltakinum í Føroyum, eru væl nøgd við undirtøkuna aftur í ár. Tilsamans hava føroysk børn og vaksin savnað 4.064 skógvaeskjur inn, sum verða latnar børnum í Rumenia. Talið er nakað minni í ár enn í fjør, men hvør gáva er givin við gleði og fer at gleða eitt barn í Rumenia.
Fyriskipararnir takka hjartaliga fyri, vegna børnini ið fara at fáa gávurnar, og biðja Guds signing yvir bæði gevarar og móttakarar. Tí hvør gáva er ein áminning um størstu gávuna av øllum, Jesus Kristus.