Andakt

Eg havi valt at taka nøkur skriftbrot til hesa andakt. Tað fyrsta lati eg standa uttan mínar egnu viðmerking, men taki tó nakað fram frá tí fyrsta bíbliuskeiðinum, sum eg var á í KFUM & K  í Klaksvík fyri nú mongum árum síðani.

1.Pæt.4,7-11: v7 Men endin á øllum lutum er í nánd; verið tí vaknir og ódruknir til bønir! v8 Fram um alt havið inniligan kærleika hvør til annan; tí at kærleiki fjalir fjøld av syndum; v9 verið gestablíðir hvør móti øðrum uttan meinskan. v10 Eftir sum ein og hvør hevur fingið eina náðigávu, so tænið hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir Guðs margfaldu náði. v11 Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð; um einhvør hevur eina tænastu, tá tæni hann eftir teirri megi, sum Guð gevur, til tess at Guð má verða æraður í øllum lutum fyri Jesus Krist; hansara er dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir. Amen. 

Á tí fyrsta bíbliuskeiðinum, eg var á, minnist meg, at tann eini talarin í stuttum umtalaði tveir ymiskar persónar.

Annar sá altíð eitthvørt gott í tí keðiliga, sum hendi, og hin altíð eitthvørt keðiligt í tí góða, sum hendi.

LES EISINI  Tak familjuandaktina til páskirnar niður

Eg haldi, at ein, sum nærum altíð dugir at síggja glottar í mótburðinum, hevur tað nógv betri enn tann, sum hevur so lætt við at síggja tað neiliga, bæði tá ið tað gongur væl og tá ið tað gongur minni væl.

Á tí sama møtinum hevði ein eldri maður ein vitnisburð út frá versinum í Filippibrævinum 4,4: Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! Og so takkaði hann fyri, at hann sum ungur hevði tikið móti Jesusi sum sínum persónliga frelsara, og at hann var varveittur til tann dagin.

Yvirskriftin til tað seinna skriftbrotið er: Áminning um gleði í Harranum, um sanna bøn, um at streva eftir tí góða.

Filip.4,4-9: v4 Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! v5 Spaklyndi tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er í nánd! v6 Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, v7 og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi. v8 Annars, brøður, alt tað, sum er satt, alt sum er sámiligt, alt sum er rætt, alt sum er reint, alt sum er elskuligt, alt sum hevur gott ágiti, eina og hvørja dygd og ein og hvønn sóma, havið tað í huga! v9 Tað, sum tit bæði hava lært og tikið við og hoyrt og sæð til mín, gerið tað, og Guð friðarins skal vera við tykkum.

Vit fingu øll frelsuna í Jesusi Kristi, tá ið Jesus doyði á krossinum fyri okkara syndir, og reis uppaftur páskamorgun, okkum til frelsu, men um vit ikki gera tað sum Bíblian sigur at vit skulu gera, men gera tað, sum Bíblian sigur at vit ikki mugu gera, so trúgvi eg, at vit kunnu missa frelsuna í Jesusi Kristi, men takk fái Jesus fyri, at vit eru ongantíð longur enn eina bøn til Jesus um fyrigeving, burtur frá Jesusi!

LES EISINI  Samfelag við Gud

1.Jóhs. 1,7-9”: ”Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd. Um vit siga, at vit ikki hava synd, tá svíkja vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. ”

Skrivað er í Róm: 10,9-10: Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur; v10 tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu.

Prædikarin 12,1: Og hugsa um skapara tín í ungdóms døgum tínum, áðrenn teir vándu dagarnir koma, og tey árini nærkast, sum tú sigur um: «Tey huga mær ikki

Latum okkum tí taka til okkum orð Paulusar til Galatamanna, kap 5,1: Til frælsis hevur Kristus fríað okkum. Standið tí fastir og latið teir ikki aftur fáa tykkum inn undir trældóms ok! 

Skrivað hevur: Ellintur Abrahamsen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina