Gud veit betur

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

“Men honum, sum er mentur í øllum lutum at gera langt út um alt tað, sum vit biðja um ella skilja, eftir teirri kraft, sum virkar í okkum.” (Ef 3,20)

Tað er sera torført at líta á Gud í dalinum. Vit halda mangan, at vita vita betri enn Gud. Í øllum førum tá tað snýr seg um, hvat vit vilja, og hvat er best fyri okkum. Mangan ganga vit eisini og argast um, hví Gud ikki svarar okkara bønum – soleiðis, sum vit vilja.

Men eitt, sum mær dámar so væl við hesum ørindinum er, at her verður Gud lýstur sum okkara Gud. Hann verður lýstur sum nógv ymiskt ígjøgnum bíbliuna – til dømis faðir og vinur, men her er hann Gud. Hann, sum er mentur! Hann, sum kann gera undur og verk, sum eru nógv størri, enn vit kundu biðið um. Hann er so stórur, at vit skilja tað ikki.

Gud sigur eisini í Jesaja: ”nei, sum himin er hægri enn jørðin, soleiðis eru vegir mínir hægri enn vegir tykkara og hugsanir mínar hægri enn hugsanir tykkara.” (Jes 55,9)

Alt, sum Gud ger, er til gagn fyri okkum – eisini tá vit ikki skilja tað.