Á orðsins klettagrund
„Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; “
Matt.7,24
Benny Hinn
Í Matteus 7 tosar Jesus um hini bæði húsini. Tann klóki maðurin bygdi síni lívshús á klettin, og tá ið glopraregnið og áarførið kom, stóðu húsini trygt, tí grundin undir teimum var haldgóð. At skula byggja eini hús á klettin er strevið arbeiði, og sveittin lekur av stríðnum at skula høgga niður í klettin.
Á sama hátt er tað á tí andaliga økinum. Kletturin er Guds orð, Bíblian. Tað tekur tíð og er strevið at skula grava niður í Orðið; men tað lønar seg. Djevulin herjar á okkum. Hann kennir eisini Skriftina, og hann sleingir atfinningar ímóti okkum. Um vit duga nøkur fá skriftstøð uttanat, so kunnu vit reka hann aftur, eins og Jesus gjørdi, og tá gera ódnirnar okkum einki, vit standa trygg á klettinum, Bíbliuni. “Ja, tú vart kanska frelstur einaferð; men tú hevur gjørt mangar syndir síðani tá,” kann hann finna uppá at siga. So skalt tú svara honum aftur við Hebr. 9,12: “… og gekk ikki heldur við blóði av bukkum ella kálvum, men við sínum egna blóði eina ferð með alla inn í halgidómin og vann æviga loysn.” Æviga er æviga.
“Ja, men tú stendur ikki mát við lógina, tú ert undir banning,” sigur hann so. „Kristus keypti okkum undan banning lógarinnar …“ (Gal. 3,13), svarar tú tá. “So eg eri hvørki undir banning ella undir lóg. Og eg havi fingið til gávis Kristi rættvísi: „Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum. “ 2. Kor. 5,21 og „Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt! “ 2. Kor. 5,17
Tú skalt ikki vera bangin, tí Jesus er við tær um allar ævir, um tú følir tað ella ikki. Matt. 28,20b sigur: „ … Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.« “
Bíblian er sprenfull av lyftum. Onkur hevur talt tey, og tey eru 30.000 í tali, og øll hava tey sítt ja og amen í honum. Hoyr: „Tí at so mangar sum Guðs fyrijáttanir eru, í honum hava tær ja sítt, og fáa tí eisini við honum amen sítt, Guði til æru við okkum. “
2. Kor. 1,20 – „soleiðis skal orð mítt, ið fer av mínum munni, ikki venda aftur við ongum, men útinna tað, sum mær líkar, og fremja tað, sum eg sendi tað til. “ Jes.55,11.
Jesus hevur fingið alla makt og alla styrki, og tey eru í navni hansara: „Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: »Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.« “ (Matt. 28,18-20)
Lær teg hesi skriftstøðini uttanat, og gev tær stundir hvønn dag at lesa í orðinum. Tá verður tú standandi, tá ið mótburðir og ódnir herja á teg.
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

