Áhaldandi í bønini

Skrivað: Tórur Jacobsen

“Verið glaðir í vónini, tolnir í neyðini, áhaldandi í bønini.” (Róm 12,12)

Eg hugsi serliga at leggja dent á hetta síðsta í versinum. At vera áhaldandi í bønini, hví skrivar Paulus til rómverjar um tað?

Paulus ynskir at minna rómverjar og okkum á, at vit ikki mugu steðga við at biðja. Vit hava ofta lyndi til at finna okkurt, sum vit eru spent at biðja um/fyri – men bert í eina tíð. Tá ein tíð er farin, og onki er hent, so gloyma vit at biðja ella orka ikki longur.

Paulus minnir okkum á, at vit skulu halda á í bønini. Hetta kenni eg eisini nógv aftur frá mínum egna bønarlívi, og tí havi eg skrivað mær ein bønarlista, so eg ikki gloymi tað, sum eg seti mær fyri at biðja um/fyri.

Soleiðis er við øllum í okkara andaliga lívi, tað er so týdningarmikið, at vit ikki geva upp, tá lívið gerst trupult, men eru áhaldin, tí Gud kann broyta allar støður!

Burdi tú kanska eisini skrivað ein lista við bønarevnum?