Eldhugin hjá sálarvinnaranum 5:5
Ein sálarvinnandi meinigheit
„Húsbóndi hansara segði við hann: »Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!« “
Matt.25,21
Aril Edvardsen
Tey fyrstu kristnu vóru sálarvinnarar. Allastaðni vitnaðu tey fyri menniskjum og vunnu sálir fyri himmalin. Tey prædikaðu ikki bara í heimunum, í húsunum, í templinum, á gøtunum, í synagogunum, í bygdunum og býunum.
Bíblian sigur: “Teir góvu ikki uppat at læra hvønn dag í templinum og í húsunum og at kunngera evangeliið um Kristus Jesus.” (Áps. 5,42 V.D.)
Paulus var eisini ein slíkur sálarvinnari, hin stóri heidningatrúboðarin. Hann vitnaði á torgunum, í synagogunum, á gøtunum, við áarbakkarnar, í skúlunum og hús úr húsi. Hann sigur sjálvur: “… hvussu eg ikki havi borið meg undan at boða tykkum nakað av tí, sum kundi vera tykkum at gagni, og at læra tykkum bæði opinberliga (offentliga) og heima við hús (frá húsi til hús).” Áps. 20,20. vit mugu fylgja fyridøminum hjá Paulusi og teimum fyrstu kristnu.
Frá Jerusalem
Alt má hava eina byrjan. Eingin verður fulltíðar evangelistur ella trúboðari í somu løtu, tey verða frelst. Men vit gerast øll sálarvinnarar, um vit ikki misnýta okkara “føðingargávu”.
“Av tí at tú vart trúgvur í tí minsta, skal eg seta teg yvir nógvum,” segði Jesus. Eingin fer at líta okkum meira til, tá ið vit ikki eru trúgv í tí minsta.
Vit mugu byrja “frá Jerusalem”, sigur Bíblian. Okkara “Jerusalem” kann vera at ganga við traktatum, bløðum og bókum, hava andaktir á ellisheimum, hava møtir á nýbyrjanarplássum, virka í sunnudagsskúlanum. o.s.fr.
Tá ið eg varð frelstur og upplivdi, at Kristus kom inn í mítt hjarta, kendi eg beinanvegin, at hann vildi, at eg skuldi vinna sálir. Eg havi roynt øll hesi tingini og havi sæð, at tey virka. Eg havi vunnið sálir fyri himmalin á útipostum og nýbyrjanarøkjum, við at býta út kristiligan lesnað, á húsavitjan, á ellisheimum og sjúkrahúsum, og á møtum í meinigheitini. Tú kanst eisini gera tað.
Tá ið vit so eru vorðin sálarvinnarar í “okkara egna Jerusalem”, og vit hava prógvað kall okkara, tá kann talan gerast um at fara “líka til heimsins enda” við Jesu evangelium. Bara tey, sum hava prógvað, at tey hava eldhugan hjá einum sálarvinnara her heima, kunnu fara út á trúboðaraakurin at vinna heidningarnar fyri Kristus.
Edvard Poulsen

