Aftur til forsíðu

Allan vegin hann meg leiðir

Allan vegin hann meg leiðir

Skrivað: Katrin Groth Mortensen

Allan vegin hann meg leiðir,

kann eg ynskja meir enn tað?

Kann eg ivast um hans kærleik,

sum meg leiðir dag um dag?

Hesin sangurin er yrktur av Fanny Crosby, fødd í 1820 – deyð í 1915. Fanny var blind, og hevur hon yrkt eina ørgrynnu av sangum, sum enn verða sungnir um allan heimin, til stóra signing fyri mong menniskju.

Sjálv segði Fanny, at júst tí at hon var blind og var sera avmarkað í gerandisdegnum, hevði hon tíð til at søkja Gud á ein heilt serligan hátt, og ein heilt serligur lovsongur føddist innan í henni, sum hon síðani festi á blað.

Tað er væl skiljandi, at ein blind kvinna yrkir ein sang um, at Gud leiðir hana gjøgnum alt, men hetta hava vit, sum síggja, eisini brúk fyri. Hvussu mangan snáva vit ikki og fara burtur av leið? Vit hava alla tíðina brúk fyri at koma aftur til Jesus fyri at fáa fyrigeving. Hyggja vit upp á Jesus og lata Guds anda leiða okkum, so villast vit ikki av leið.

Tí kunnu vit fara trygg út í gerandisdagin og leggja okkara lítlu veiku hond í hansara stóru og sterku. Okkara faðir á himli vil leiða okkum í øllum viðurskiftum og vil fevna okkum við sínum óendaliga kærleika.

A+