Alt av náði
Náðigávan, givin av Gudi, til fyrigeving syndanna, og sum er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara, um vit bera angur um syndir okkara og játta Jesus, sum frelsara.
“Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við” (Áps 4,12).
Jesus var uttan synd, hóast hann varð freistaður. Hann hevur goldið fyri okkara syndir og eru tær tí, um vit játta syndir okkara og trúgva á hann, strikaðar. Tí at um vit við munninum játta, at Kristus er Harri og trúgva í hjartanum, at Gud vakti hann upp frá deyðum, skulu vit verða frelst. Á hendan hátt, taka vit ímóti Guds náðigávu – Jesusi Kristi.
“Tí at av fylling hansara hava vit allir fingið, og tað náði oman á náði; tí at lógin varð givin við Mósesi, náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi” (Jóh 1,16-17).
Vit eiga dagin í dag, men eiga ikki dagin í morgin.
“Latum okkum tí við frímóði ganga fram at hásæti náðinnar, fyri at vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálpar í tímiligari tíð!” (Hebr 4,16).
“Tí at hann sigur: «Á gævustund bønhoyrdi eg teg, og á frelsudegi hjálpti eg tær.» Sí, nú er tað ein sonn gævustund, sí, nú er tað ein frelsudagur!” (2. Kor 6,2).
“Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara” (Róm 6,23).
Latum okkum í dag, við trúgv, festa eygu okkara á Jesus og takka Gudi fyri náðigávuna!
Aldri tann dagur úr huga mær rennur,
frelsarin, Jesus, í hjartað kom inn.
Sálanna streingir hann yndisligt spennir,
lovsongur ljómar í sál og í sinn.
Undurfulla náði, undurfulla náði:
– frelsti ein syndara slíkan sum meg!
Undurfulla náði, undurfulla náði:
– frelsti ein syndara slíkan sum meg!