Alt, sum eg havi brúk fyri, er í Guds orði

Skrivað: Jónsvein Simonsen

“Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir” (Jóh 8,36).

Onkuntíð hava vit hug at læra tey nýggju í trúnni, hvussu rættast er at liva sum ein trúgvandi, uttan at siga teimum, hvussu hetta letur seg gera!

Jesus segði: ”Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir.” Ja, heilt frælsir!

Lykilin til sigur í lívinum er ikki at vísa meira viljastyrki, men at gera brúk av Guds kraft aftur og aftur. Paulus skrivar í Galatabrævinum 5,16: “Gangið fram í andanum, og tá skulu tit als ikki fullføra girnd holdsins”.

Áhaldandi broyting kemur  innanífrá. Tín størsti bardagi verður altíð í tínum hugsanum og teimum hugskotum, sum kunnu festa seg í okkara hugaheim. Um okkara sinn og hugsanir verða vend burtur frá Guds orði og inn í tað holdsliga, verða vit drigin út í synd og ósigur.

Sannleikin er, at Guds orð er málið hjá Heilaga Andanum. Hetta merkir, at tá tú lesur tað og grundar á hesi sjónarmið, so loyvir tú Heilaga Andanum at tala til tín. Fylgjan av hesum er, at tú kanst hava tamarhald á tínum holdsligu lystum. Men tá tú dvølur í syndigum hugsanum, so arbeiðir tú við ‘fíggindans máli’ og letur hann sleppa at ráða yvir tær. Nei, kom heldur aftur til Guds orð í dag. Tað er “Andans svørð”, tað einasta vápnið, sum er nóg hvast til at skera teg leysan frá syndini.

Pætur sigur í Seinna Pætursbrævi 1,3: “Við tað at hansara guddómligi máttur hevur givið okkum alt tað, sum hoyrir til lívs og Guds ótta við kunnugleikanum um hann, sum kallaði okkum við síni egnu dýrd og kraft, og við teimum hevur givið okkum tey størstu og dýrastu lyfti, fyri at tit við teimum skulu verða felagar í guddómligari náttúru, tá ið tit komast undan spillingini í heiminum, sum stendst av girndum…”

Alt, sum tú hevur brúk fyri, er í Guds orði.