Aftur til forsíðu

Andalig anoreksi

Andalig anoreksi

Skrivað: Carsten Fonsdal Mikkelsen

Danska ráðgevingin um etingarólag (ROS) skrivar á heimsíðu síni(leysliga umsett): ”Anoreksi er, tá man hungrar seg niður um 50-75% av síni vanligu vekt. Sjálvt deyðiliga klænur sær tann, ið ber anoreksi seg sjálvan sum feitan”. Tey skriva eisini á heimasíðuni: ”Í dag er tað at vera klænur eitt tekin um gott úrslit og tamarhald á sínum egna lívi. Mong halda at sjálvnoktan og sjálvsagi eru stórstu dygdinar. Við at stýra, hvat ein etur, upplivir tann, ið lýðir av anoreksi, at tað er møguligt at stýra heiminum rundan um seg.

Vit menniskju eru skapt soleiðis, at okkum tørvar okkurt at liva av – bæði likamliga, men eisini andaliga. Tað andaliga lívið hevur nevniliga eisini tørv á javnari føði fyri at yvirliva. Og her er tað, eg spyrji: Lýðir tú av andaligari anoreksi?

“Jesus sigur: Eg eri hitt livandi breyðið, sum kom niður av himni; um nakar etur av hesum breyði, skal hann liva allar ævir; og breyðið, sum eg skal geva, er hold mítt, sum eg skal geva heiminum til lívs.” (Joh 6,51)

Andalig anoreksi byrjar, tá man velur at at stýra lívinum sjálvur heldur enn at hava Jesus sum harra í sínum lívi. Men tað gongur ikki…

Okkum tørvar Jesus fyri at liva. Einans tað breyð, ið hann gevur okkum, er nóg gott, til at vit kunnu liva av tí. Breyðið er Jesus sjálvur. Tá hann doyði í okkara stað, gav hann okkum eina ómetaliga gávu, og bleiv ein mynd uppá tað breyð ”sum var givið til lív fyri heimin”.

Borðið er dekkað. Et og liv av tí!

A+