Angi Kristusar

Skrivað: Súsanna Hendriksdóttir Olsen

”Tí vit eru góði angi Kristusar fyri Gudi – millum teirra sum frelst verða, og millum teirra, sum fortapast” (2. Kor 2,15)

Flest av okkum kenna til at koma inn í eini hús, har ein nýbakað kaka júst kemur út ovninum. Fleiri kenna eisini til, at ein ávísur angi minnir teg um eina ávísa hending ella ein ávísan persón.

Lívfrøðiliga eru umráðini í heilanum, ið eru bundin til luktisansin, tætt knýtt at strukturi, ið eru umráðandi fyri kenslur. Ein ávísur angi kann seta ávísar kenslur í gongd, og vit kunnu minnast aftur á eitthvørt.

Paulus ápostul sigur, at vit eru góði angi Kristusar. Hvat fyri anga (andaliga sæð) gevur tú frá tær, tá tú kemur inn í eitt rúm, og hvør angi situr eftir, tá tú fert út? Hvat fyri angi (andaliga sæð), leggja menniskju merki til, um tú gongur forbí?

Vit ávirka meir enn vit halda – bæði gott og ringt.

Hetta er ein áminnig til okkum øll, ið fylgja Jesusi: Lat okkum fylla okkum við orði Guds, bæði við at lesa Guds orð, við at syngja lovsangir og við at lurta eftir Gudi, so vit kunnu verða góði angi Kristusar til henda heim.