At geva orðinum gætur

Skrivað: Øssur Kjølbro

”Tí eiga vit tess meira at gáa eftir tí, sum vit hava hoyrt, fyri at vit ikki skulu reka burtur av leið” (Hebr 2,1).

Kristnilívið er ein long ferð saman við Jesusi. At ferðin er byrjað, merkir ikki av sær sjálvum, at vit koma á mál. Møguleikin fyri fráfalli frá tí livandi Gudi er altíð til staðar. Bæði Skriftin og menniskjaligar royndir vitna um henda syrgiliga sannleika.

Tí er neyðugt støðugt at hoyra Guds orð, sum er vegleiðari okkara til himmalin. Og ikki minni, at vit geva orðinum gætur. Tí Guds orð er tað einasta, sum kann leiða okkum á mál. Allar aðrar røddir kunnu leiða okkum av leið.

Men eitt er at hoyra, eitt annað er at hoyra og taka við orðinum og halda fast í tí. Gud geri okkum til virknar áhoyrarar.