Aftur til forsíðu

At kenna Guð og vera kendur av honum

At kenna Guð og vera kendur av honum

Skrivað: Jógvan Fríðriksson

“Hjá Harranum er frelsa, yvir tínum fólki signing tín veri. Sela” (Sl 3,9).

Gleðin í Guði lýsir út av hesum seinasta ørindinum í triðja sálmi. At kenna Guð og verða kendur av honum, er tað størsta av øllum. Sælur hvør maður, hvørs hugur stendur til Harrans lóg.

Sjálvt um skaldið í seinasta ørindinum kemur fram til ein djúpan frið, ja, livir í samljóði við sítt upphav, so mega vit ásanna, at hesin sálmurin nýtir ein málburð, sum í nógvar mátar tykist fremmandur.

Hugsa vit um málburðin, er vert at geva gætur, at sálmurin er skaldskapur. Yrkjarin er sum skald fríur í vali av myndum og orðum.

Dávid flýggjar undan syni sínum Absaloni, og støðan er hættislig. Eitt stórt fylgi liggur honum eftir lívinum. Dávid leggur forløg síni í Harrans hendur. Álitið á Harran ber í sær, at Dávid er sannførdur um, at Harrin vil teppa munn teirra, ið spotta og speiðreka.

Sannføringin kemur til sjóndar í sjáldsomum orðum. “Rís, Harri, hjálp mær, Guð mín, tí á øllum fíggindum mínum tú høgg á kinn hevur givið, og tenn í teim gudleysu brotið”.

Lósu vit einans hetta brotið, kundi tað ljóðað, sum um skaldið bað ilt yvir sínar fíggindar. Í stuttum merkja hesi ógvusligu orðini, at Guð vil svara bønini og skóna skaldinum mótvegis álopum fíggindans.

At so er, sæst sjónliga í tí seinasta ørindinum, har bønin fevnir um alt Guðs fólk: “yvir tínum fólki signing tín veri”.

Tað er trygt at kenna Guð og vera kendur av honum, sjálvt um neyðin kennist svár, og vandin lúrur. Ja, meðan mótstøðumenn bróta svøvn og leggja ætlanir, kann skaldið leggja seg trygt at sova undir veingjabreiði Harrans. “Til hvílu eg legði meg, sovnaði og vaknaði, tí Harrin er lívd mín.”

Dávid var snávaður, og syndin setti sjónlig spor eftir seg. Eisini soleiðis sæð hevði Dávid tað torført og var í syndaneyð. At biðja Guð um fyrigeving syndanna var einasta gongda leiðin. Harrin er sum hin rættvisi dómarin mentur at fyrigeva og frelsa. “Men tú, Harri, ert mær skjól og skjøldur, mín heiður og hann, ið høvur mítt lyftir hátt.”

Trúboðin er ókeypis

...men arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.
Dámar tær væl at lesa Trúboðan? So vilja vit fegin spyrja teg, um tú vilt stuðla Trúboðanum.

A+