At liva eftir Guds vilja

Skrivað: Bjarki Johannessen

“Gevið tí væl gætur eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvísir, men sum vísir” (Ef 5,15).

“With great power comes great responsibility”. Hetta orðatak stavar úr filminum “Spiderman” og verður millum annað eisini nýtt í hægstarætti í USA. “Við stórum valdi fylgir stór ábyrgd”.

Hesin sami hugsanarháttur, ið liggur í orðatakinum úr “Spiderman”, liggur eisini aftanfyri versið í Efesusbrævinum 5,15: Við tí vitan um Gud, sum vit hava fingið gjøgnum Bíbliuna og gjøgnum kristna boðan, kunnu vit ikki halda fram við at liva í siðloysi, sum um vit einki vistu. Við tí vitan, sum vit hava, hava vit eisini fingið eina ábyrgd. Aftaná at vit hava vent um og tikið ímóti náðini og frelsuni í Jesusi Kristi, mugu vit geva gætur eftir, at vit ikki liva sum óvís, sum ikki kenna Guds vilja, men sum vís, ið fylgja Guds vilja fyri lív okkara, tí hansara vilji er góður.

Men hví skulu vit geva gætur eftir, hvussu vit liva, tá tað ikki eru okkara gerðir, ið eru avgerandi fyri okkara frelsu? Jú, tí gerningar, ið stríða ímóti Guds vilja, eru skaðiligir og kunnu leiða okkum burtur frá Gudi og hansara orði um náði og fyrigeving fyri allar okkara syndir.

Vit mugu framhaldandi játta okkara synd og koma fram fyri Gud í dagligari umvending, so at hann kann sleppa at tala sítt orð til okkara og geva okkum hvíld og frið.

Men okkara gerðir hava ikki bert týdning fyri okkum. Teir hava eisini týdning fyri okkara næsta. Okkara gerðir vitna nevniliga um, hvønn vit tilhoyra: “Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan” (Jóh 13,35). Lat okkum tí geva gætur eftir, at vit liva sambært Guds vilja – okkum og okkara næsta at gagni.