At tala hevur sína tíð

Skrivað: Jütta Reynslág

”…at tiga hevur sína tíð, og at tala hevur sína tíð” (Præd 3,7b).

Tað er so mangan, vit menniskju siga orð, vit ynskja at taka í okkum aftur. Summi duga væl at tiga, áðrenn tey tala, men tey allarflestu av okkum siga av og á særandi orð við ein annan. Ella vit hava eitt hvast tónalag. Og tað er ikki altíð, vit eru greið yvir tað, ella ætlaðu tað soleiðis, men tað hendi kortini. Hvassasta og skitnasta vápnið vit hava, er tungan.

Ein lærari gav einaferð sínum næmingum eitt pappír hvør og bað tey rukka tað saman í ein lítlan klump. Tá tey høvdu gjørt hetta, bað hann tey so um at gera tað slætt aftur, so nógv tey kláraðu. Men líkamikið hvussu tey royndu at slætta og strekkja pappírið út, so eydnaðist tað ongum av teimum at gera tað líka slætt, sum tað hevði verið áður. Pappírið varð verandi rukkað.

Tá vit hava sagt orðini, fáast tey ongantíð aftur; tey eru farin! Betur er at tiga enn at senda ein eiturpíl út við tunguni! Og hann rakar ofta meint og ger eina skøvu í hjartað á einum øðrum, sum ikki altíð fæst burtur. Tí er tað ein dygd at vita, nær ein skal tala, og nær ein skal tiga.