Endatíðin 1:4

Raðfylgjan

Thoralf Gilbrant
1. Burturrykkingin. Fyrst skulu tey, sum eru deyð í Kristusi, rísa upp. Endurloysti andi teirra er longu nú í Guds paradísi. Tey frøa seg í Guds nærveru. Men eisini likam teirra hevur lut í endurloysnini í Kristusi. Likamið skal rísa upp. “… síðan skulu vit, sum liva, sum verða eftir, saman við teimum verða rykt burtur á skýggjunum til fundar við Harran í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum. Troystið tí hvør annan við hesum orðum!” (1. Tess. 4,17-18) Tá verður likamið broytt. Vit fáa eitt óforgongiligt likam, eitt himmalskt likam. 1. Kor. 15,52.

Jesu afturkomudagur verður ein dagur fyltur við gleði og fagnaði. Men tað verður eisini ein dagur fyltur við ótta, ræðslu og beiskari sjálvábreiðslu. Tí, sum Jesus sigur: “Ta nátt skulu tvey vera í eini song; annað skal verða tikið við, og annað skal verða latið eftir. Tvær kvinnur skulu mala á somu kvørn; onnur skal verða tikin við, og onnur skal verða latin eftir. Tveir menn skulu vera úti á markini; annar skal verða tikin við, og annar skal verða latin eftir.” (Luk. 17,34-36 V.D. ums.) Milliónir av trúgvandi eru horvin uttan at lata eftir seg nakra adressu.

Nakað av tí fyrsta, sum hendir eftir burturrykkingina, er, at vit skulu stillast fyri Kristi dómstól. 2. Kor. 5,10: “Tí at vit mega øll verða opinberað fyri dómstóli Krists, fyri at ein og hvør kann fáa afturgoldið tað, sum er útint við likaminum, eftir tí sum hann hevur gjørt, annaðhvørt gott ella ilt.”

 

2. Antikrist trínur fram, tá ið tað, sum forðar komu hansara, er tikið burtur, nevniliga meinigheitin, ecclesia. (“Tí at loynimálið í lógloysinum er longu farið at virka, bert at tann, sum nú heldur aftur, verður beindur burtur av veginum.” 2. Tess. 2,7)

 

3. Trongdartíðin.

 

4. Jesus kemur á Oljufjallinum. Sigurskransarnir verða ikki býttir út fyrr enn nú, tá ið Harrin kemur og hevur løn sína við sær. 2. Tim. 4,8 og Opb. 22,12.

Kristi afturkoma er altso í tveimum stigum:

1. Fyrst ein “loynilig” koma eftir teimum trúgvandi, burturrykkingin kallað.

2. Síðani ein “almenn” koma at døma verðina.