Samrøða við Marli Spieker, Projekt Hannah 1:2
„Andi Harrans, drottins, er yvir mær, tí at hann hevur salvað meg til at bera fátækum gleðiboð, sent meg við heilsubót fyri sundurbrotin hjørtu, til at boða hertiknum og fjøtraðum loysn, “
Jes.61,1
Hon, sum setti á stovn Projekt Hannah, stytt til PH, eitur Marli Spieker. Navnið Projekt Hannah sipar til Honnu í 1. Sámuels Bók. Henda verkætlan fevnir um hjálp til kvinnur, sum eru í neyð, runt um í heiminum. Hetta verður gjørt við uppmerksemi, bøn og útvarpssendingum. Hvønn mánað fáa forbiðjarar í meir enn 100 londum eina bønarskrá. Útvarpssendingin “Kvinnur við Vón” verður send á 57 ymiskum málum. Sendingin varir í ein hálvan tíma hvørja ferð og verður býtt í helvt til hesi evni “Frálæra í at liva lív títt” og “Frálæra til sál tína”.
Í Danmark kallast sendingin “Radio Caféen”.
Áðrenn Marli Spieker tók lut í “Lusannebevægelsens 3. kongres” í oktober 2010, høvdu teir eina samrøðu við hana um hana sjálva, PH og at evangelisera.
Sig okkum um familju tína Foreldur míni vóru trúboðarar í Frelsunarherinum í sunnara parti av Brasilia. Mær dámar at siga, at eg vaks upp við mínum egna “Georg Müller” og “Móðir Theresu”. Lívið hjá foreldrum mínum var ein livandi ímynd av Jes. 61.
Tá ið eg var 17 ár, fór eg so smátt at hjálpa í fátækrabýlingunum í heimlandi mínum. Tá ið maður mín, Edmund, bar upp bønarorð fyri 44 árum síðani, svaraði eg, at eg skuldi ganga til mánan við honum, um tað so skuldi vera. Tað kom eg nokk ikki heilt til, men sum rúboðari hjá TWR (Trans World Radio) hava vit rætt og slætt ferðast til heimsins enda at tæna Harra okkara saman. Vit hava trý børn og átta undurfull barnabørn.
Gev okkum eitt stutt yvirlit yvir títt arbeiði og tænastu tína PH er svarið á Guds kall í lívi mínum. Tað byrjaði við, at eg sá, hvussu ómenniskjansliga viðferð kvinnur fingu, fyrst í Asia og seinni út um allan heimin. PH er partur av arbeiðinum hjá TWR og bjóðar líðandi kvinnum samkenslu og stimbran við uppmerksemi, bøn og útvarpssendingum á 57 málum. Aðaltátturin í arbeiðinum er eitt bønartrygdarnet í meir enn 105 londum.
Tað er ein bønaralda, sum fýkur út um jørðina í 24 tímar í 7 dagar hvørja viku. Afturat tí at styrkja og stimbra kvinnur gjøgnum bøn og útvarpssendingar verður arbeitt í fongslum, á sjúkrahúsum og barnaheimum, millum HIV/AIDS sjúklingar og teirra familjur, millum skøkjur og teirra millum, sum ikki duga at lesa og í mikro ídnaðinum. Tað er eisini ein partur av arbeiðinum hjá PH at kalla á kirkjuna at fara til verka.
Hvat er títt yndis sitat? “Bið ikki um eitt størri arbeiði. Bøn ER størsta arbeiði” – Oswald Chambers
Edvard Poulsen

