Prestur hjá teimum ið ikki ganga í kirkju   8:8

Hetta er boð mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og eg havi elskað tykkum.
Jóh.15,12

 

8. Johannes Amritzer
Eg tosaði við ein finna og leiddi hann til trúgv og doypti hann sama kvøld í einum vatni har. Hann var 61 ára gamal. Hann var andsdoyptur í bilinum hjá mær uttan fyri hotellið. Eg vígaði hann og gentuna, hann búði saman við, á einum vertshúsi á kappríðingarbreytini, har hann hevði verið dagligur gestur alt lívið. Har høvdu vit brúdleypið. Tað er eitt tað besta brúdleyp, eg havi verið í. Í dag er hann limur í einari hvítusunnukirkju í Finnlandi og elskar Jesus. Hví? Tí hann slapp at møta presti sínum.

Eitt, sum gongur aftur og aftur er hetta, sum eg einaferð segði við ein mann: “Tú ert nærri Gudi, enn tú heldur. Tú hevur biðið til Gud, tá ið tú vart fullur.

 

Tú hevur biðið til Gud, tá ið eingin sá. Tú hevur biðið til Gud, tá ið tú satst einsamallur í bilinum. Tú ert nærri Gudi, enn tú heldur!”

 

“Ja, ja, tað hevur tú helst rætt í.”

 

“Tú ert jú næstan frelstur. Tað er bara hatta “næstan”, vit mugu gera okkurt við. Tú trýrt jú upp á Gud, og tú trýrt upp á evangeliið um Jesus?”

“Jú, jú, tað geri eg; men tað er hatta við kirkjuni!”

“Ja, tað er nakað annað. Nú taka vit tað fyrsta fyrst. Hitt kunnu vit taka aftaná.”

 

So greiddi eg honum frá evangeliinum, og so varð hann frelstur, og síðani varð hann doyptur í einum hyli uttan fyri eitt ídnaðarvirki, og hann var so glaður, tá ið hann kom uppaftur. “Er tað nú, at eg kann rópa halleluja?” spurdi hann.

“Ja, nú hóskar tað seg at rópa tvær ferðir halleluja.”

 

“Halleluja, halleluja!” rópti hann. Og so bleiv hann andsdoyptur í bilinum hjá mær, tá ið vit koyrdu avstað aftur. Í dag er hann ein av mínum størstu stuðlum.

 

Á, eg vil bara siga tær frá øllum hesum menniskjunum, sum eru vorðin Jesu lærusveinar, av tí at vit elskaðu tey, tóku tey uppí. Vit tóku fyri givið, at tey vildu hava við Gud at gera. Vit fóru við teimum sum við okkara egnu, áðrenn tey vóru tað. Latið okkum øll vera prestar fyri tey, sum ongan prest hava.

Effie Campbell umsetti