Barn er okkum føtt
“Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal harradømið hvíla; navn hansara skal vera kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi” (Jes 9,6).
So eru jólini her. Hendan hátíðin, sum vit øll gleða okkum til – tað eru kanska serliga børnini, sum eru spent, men okkum vaksnu dáma eisini jólahátíðina; hjá okkum er tað helst tann góða matin og samveruna, vit gleða okkum til.
Hendan tíðin undan jólum verður nevnd advent, og orðið merkir: KOMA!
Tað er onkur, sum kemur; tað er onkrum, vit hava bíðað eftir. Tá ið vit halda jól, hátíðarhalda vit Jesu føðingardag. Tað er honum, vit bíða eftir í adventstíðini.
Nógv fólk bíðaðu eftir Jesusi, langt áðrenn hann varð føddur. Ein av teimum var Jesaja. Hann búði í Jerusalem umleið 700 ár, áðrenn Jesus varð føddur. Jesaja var ein profetur, hann skuldi siga fólkinum frá tí, sum Gud bað hann siga. Ein dagin segði Gud við Jesaja: Far til kongin og sig við hann, at eg fari at senda ein annan kong. Hesin kongur skuldi ikki vera ein vanligur kongur, hesin kongurin skuldi koma við friði.
Kongurin dámdi ikki so væl tað, sum Jesaja fortaldi honum; men tað var til stóra troyst fyri nógv onnur, sum búðu í landinum. Tí øll tey, sum trúðu á Gud, høvdu tað ikki so lætt. Kongurin trúði ikki uppá Gud og bað tey biðja til avgudarnar. Nú fortaldi Jesaja honum, at Gud fór at senda ein annan kong, sum skuldi hjálpa fólkunum at trúgva á Gud og liva soleiðis, sum Gud vildi tað og koma við friði.
Jesaja livdi langt áðrenn Jesus – men hann fortaldi kortini um, at Jesus skuldi koma. Nógv ár gingu, men fólkini blivu við at bíða eftir Jesusi. Tey vistu, at tá ið Gud hevði lovað nakað, so helt hann tað. Í dag vita vit, at Jesus, okkara frelsari, er komin. Vit kenna orðini, sum eru gingin út: Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin – hetta er Jesus, Messias, Guds egni sonur. Hann er tað barnið, sum kann bera okkum og geva okkum ljós og framtíð. Jesus Kristus kemur við sannleika, so at vit aftur kunnu skyna á góðum og illum. Hann gevur okkum virði og vinnur yvir deyðans makt. Hann vísir okkum, hvør meiningin er við lívinum. Profetiið er gingið út og vil lýsa fyri okkum hesi jól.
Í dag kunnu vit fortelja hvørjum øðrum, at Jesus er komin!
Jesus varð føddur sum eitt lítið barn í einum fjósi, hann fekk ikki bestu kor. Tað var ikki nakað kongaligt yvir honum. Hann vaks til og bleiv vaksin. So doyði hann og reis upp aftur. Alt hetta gjørdi hann, soleiðis, at vit kunnu vera Guds børn. Hann skuldi læra menniskjuni tað, sum var rætt og skeivt. Og hann kom við friði – ikki vanligum friði, men friði millum Gud og menniskjuni. Friði, sum merkti, at Gud og menniskju aftur kundu vera saman.
Tí kunnu vit gleðast og fegnast – ikki bara á jólum, men altíð og takka Gudi fyri, at hann sendi sín son Jesus til jarðar fyri at bjarga heiminum. Tað var hansara ætlan við lívinum, hann bleiv sendur til jørðina fyri at vera krossfestur, bara tí at Gud elskaði okkum so nógv.
Nú sigur Gud við okkum, at ein dag fer Jesus at koma aftur. Tá hann TÁ kemur, kemur hann at taka okkum øll, sum trúgva á hann, heim til sín. Tað verður ein gleðiligur dagur.
Máttu vit øll fingið eini gleðilig jól í friði og náðum.
Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin.
Gleðilig jól