Barnatrúgv

Skrivað: Kristian Martin Petersen

Í meira enn 30 ár havi eg havt sunnudagsskúla. Fyrstu árini var eg mest tiltakslimur, men seinastu 25 árini havi eg verið fastur sunnudagsskúlalærari. Hetta er tann parturin av andliga arbeiðinum, sum mær dámar best at fáast við.

Tað er ein gleði at síggja í eyguni á hesum smáu børnunum, sum trúliga koma í sunnudagsskúlan – fleiri hava foreldrini við eisini. Her koma vit at kennast, og tað hendir javnan, at eg møti vaksnum fólki, ið smílandi minnast tær góðu løturnar í sunnudagsskúlanum.

Tað var heima og í sunnudagsskúlanum, at eg frá barnaárum lærdi um Jesus. Hetta legði seg sum ein varandi grundvøll undir mínari trúgv.

Ein sangur, ið vit ofta sungu, tá eg var barn, er hesin um barnatrúnna:

Hevur enn tú barnatrúgv,

har sum nú tú hevur búgv,

minnist tú, tín móðir sat við tína song.

Tá ið tú at sova fór,

bæði millum smá og stór,

barnabøn tú bað, og bønin var ei long.

Barnatrúgv, barnatrúgv,

til himmalin tú ert hin gylta brúgv.

Barnatrúgv, barnatrúgv,

tú byggir millum jørð og himmal brúgv.

Sangurin hevur 4 ørindi, sum øll snúgva seg um hetta, ið barnið hevur við sær á lívsins ferð. Havi ofta hugsað um 2. ørindi:

Runt um knøttin ferð tín lá,

og tú mikið fekk at sjá,

sum tær tyktist vera eydna fyri tær.

Men so mangan hjartað græt,

tá ið lurtandi tú sat

á tann song, tú lærdi, tá tú heima var.

Á ungum árum arbeiddi eg tvey tíðarskeið í donskum sjómanskirkjum í fremmandum havnum. Har møtti eg mongum sjómonnum, sum eisini vendu aftur til barnatrúnna, tá ið tey nú fingu høvi at læna eitt oyra frá einum, sum tímdi at lurta.

Nú um dagarnar las eg um eina føroyska kvinnu, sum hevur sunnudagsskúla í Danmark fyri donskum børnum. Hon segði soleiðis: “Eg gekk í sunnudagsskúla, tá eg var barn, og havi hoyrt um Gud, heilt frá tí at var lítil. Tað hevur givið mær ein grundvøll, sum eingin kann taka frá mær.”

Tann lítli spírin bleiv til ein nýggjan sunnudagsskúlalærara – og nýggjar spírar.

Barnatrúgv – er mín gylta brúgv.