Besti ráðgevin í 2019

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Gud, ævinnar faðir, friðarhøvdingi” (Jes 9,6).

Vit nútíðarmenniskju nýta – ella kunnu nýta – ráðgevar í mongum viðurskiftum, tá ið stórar avgerðir skulu takast. Eitt nú bankaráðgevar, sosialráðgevar, hjúnalagsráðgevar, persónligar ráðgevar – “coachir” – og so framvegis. Ofta tørvar okkum stuðul frá teimum, ið hava betri skil enn vit, fyri fyrimunum og vansum, møguleikum og vansum.

Men hvussu við heimsins týdningarmesta spurningi? Sjálvum lívinum, og ævinleikanum, og viðurskiftunum við Gud? Hava vit rætta ráðgevan til tað?

Eitt barn er okkum føtt. Gud gav okkum hann til ráðgeva í øllum lívsins spurningum, ikki minst í viðurskiftunum við Gud. Orðini hjá Jesaja profeti kunnu eisini verða týtt “… navn hans skal verða kallað undurfullur ráðgevi…”  Jesus er besti ráðgevi, vit kunnu ynskja okkum. At Gud gjørdist menniskja fyri at gerast mín persónligi ráðgevi, er eitt undur; eingin í mannaættini er sum hann.

Og hann hevur skil fyri øllum, tí hann er eisini veldigur Gud og ævinnar faðir. Sonurin var hjá Gudi, tá heimurin varð skapaður, og allur heimurin er skapaður til hansara, sigur Paulus fleiristaðni. Jesus hevur tað fulla yvirlitið – eisini fram í tað ókenda, sum nýggja árið hevur at bjóða.

Nýggjárslyfti gevi eg vanliga ikki nógv fyri. So skjótt síðstu rakettirnar eru fýstar av, hava vit sum oftast eisini gloymt tey gyltu lyftini. Men at hava tann undurfulla ráðgevan við sær inn í tað ókenda, tað er tryggleiki!

Gott nýggjár!