Aftur til forsíðu

Bíbilskur veruleikasansur

Bíbilskur veruleikasansur

Skrivað: Rúni Hentze

“Soleiðis skulu eisini tit rokna tykkum sum deyð frá syndini, men livandi fyri Gudi í Kristi Jesusi. Latið tí ikki syndina ráða í deyðiliga likami tykkara, so tit lýða tað í lystum tess!” (Róm 6,11-12)

Tá vit tosa um at liva sum kristin, eru tað tvinnar sannroyndir, sum vit mugu geva gætur. Tann fyrra er syndin, sum býr í okkum, hin er tænastan fyri Jesus í okkara gerandisdegi. Vit mugu gera okkum greitt, at vit hava tað gamla menniskjað í okkum. Mong fara skeiv, tí tey rokna við nøkrum við sær sjálvum, sum tey als ikki hava rætt til at rokna við. Tú heldur, at tú skal sleppa frá gomlum freistingum og lystum, men tað hevur tú ongan rætt til at rokna við.

Guds orð sigur, at tú hevur tað gamla menniskjað, men eggjar tær til ikki at fylgja tí. Lat ikki syndina ráða. Um eingin synd var, var heldur eingin vandi fyri, at hon kundi ráða. “Tí holdið girnast móti Andanum, og Andin móti holdinum; hesi standa hvørt øðrum ímóti, fyri at tit skulu ikki gera tað, sum tit vilja” (Gal 5,17).

Tú skal rokna teg deyðan frá syndini og livandi fyri Gudi í Jesusi, og so skal tú bjóða teg fram til tænastu fyri Jesus. Tá kemur tú at liva sum ein kristin og vera til signingar fyri tíni medmenniskju.

A+