Aftur til forsíðu

Bíblian – Guds heilaga orð

Bíblian – Guds heilaga orð

Skrivað: Katrin Groth Mortensen

Í einum kendum sunnudagsskúlasangi syngja vit:

Bókin um Jesus er bók fyri meg,

har møtir Gud mær og vísir mær veg,

Bíblian hóskar til stór og til smá,

øll, sum tað vilja, har hjálp kunnu fá.

Hetta er so týdningarmikið hjá okkum trúgvandi at verða mint á, serliga í hesum døgum, tá so nógvar atfinningarsamar røddir spyrja: Er Bíblian veruliga Guds heilaga orð? Rætt er tað, at heilagu skriftirnar eru skrivaðar ígjøgnum eitt langt tíðarskeið, og tey, sum skrivaðu Bíbliuna, vóru uttan iva sera ymisk av lyndi. Men vit mugu halda fast um, at Bíblian er Guds orð, fylt av Guds Heilaga Anda Og tað er í Bíbliuni, ígjøgnum sítt heilaga orð, at Gud opinberar seg fyri okkum menniskjum.

Tað stendur í Fyrra Korintbrævi 2: ”Tað, sum eyga ikki sá, og oyra ikki hoyrdi, og ikki kom upp í mannahjarta, tað sum Gud hevur tilbúgvið teimum, sum elska hann.”

Sjálvandi hava vit loyvi at hava okkara meiningar, eisini um Guds orð, men sum trúgvandi mugu vit opna okkara Bíbliu og lata orðið tala til okkum við Heilaga Andans kraft

Lat okkum tí við frímóði og takksemi fara út í gerandisdagin við hesum í huga.

A+