Bíbliunnar Jesus – 4:7
Bíblian vísir okkum hin veruliga Jesus Messias
„Blóðið skal vera tykkum tekin á teimum húsum, sum tit eru í, og tá ið eg síggi blóðið, skal eg fara um tykkum, so at plágan ikki meinar tykkum, tá ið eg slái Egyptaland. “
2.Mós.12,13
Tá ið Bíblian verður lisin leysliga, tykist hon bara at rúma gamlar søgur, frásagnir um profetar og kongar, fyrimyndir og symbol, lógir, boð og lærusetningar.
Men steðgar tú á, meðan tú lesur í Bíbliuni og hyggur gjølla at tí, tú lesur, sært tú, at Bíblian frá fyrstu síðu til ta síðstu síðuna tosar um ein einasta høvuðspersón, Jesus Kristus. Hvør einasta frásøgn, hvør fyrimynd og hvørt symbol er skrivað at lýsa Hann.
Tú finnur Hann í øllum bókunum í Bíbliuni, og í øllum fyrimyndunum í Bíbliuni, bæði í Gamla og í Nýggja Testamenti. Við sínum Heilaga Anda kann Gud opinbera Skriftirnar og vísa tær, hvør ið Hann er. Bara Bíbliunnar Jesus er hin “rætti” Jesus.
Tá ið Jesus spurdi lærisveinarnar: “Hvønn siga fólk meg vera?” so góvu teir mong ymisk svør. Men Bíblian gevur okkum rætta svarið.
Í 1. Mósebók er Hann ættin, sáð konunnar, sum skal morla høvdið á slanguni, ætt Ábrahams, og í honum skulu allar tjóðir á jørðini fáa signing (Gal. 3,8-16).
Í 2. Mósebók er Hann páskalambið, sum varð slátrað, hvørs blóð loysir úr trælahaldi og kúgan (2. Mós. 12,13).
Í 3. Mósebók er Hann ofrið, bæði brenniofrið, syndaofrið, sektarofrið, grónofrið og takkarofrið (3. Mós. frá 1. til 7. kap.) Í 4. Mósebók er Hann kletturin í oyðimørkini (4. Mós. 20,8 og 1. Kor. 10,4). Av og á lá kletturin fjaldur undir oyðimarkarsandinum, og eingin sá hann.
Men Hann er har kortini, so Móses kundi stara niður í hin turra sandin og syngja saman við Ísraels børnum: “Vell fram, brunnur! Syngið um hann! Brunnur, sum høvdingar gróvu, sum tignar fólksins holaðu innan við veldissprota og støvum sínum!” (4. Mós. 21,17-18)
Í 5. Mósebók er Hann profeturin eins og Móses (5. Mós. 18,15), sum stendur sum millummaður millum Gud og fólkið. Hvør er Hann?
Í Jósvabók er Hann høvdingi fyri herlið Harrans, sum hertekur landið fyri teg (Jósva 5,14). Í Dómarabókini er Hann hin stóri dómarin og slóðarin hjá fólkinum, sum gjøgnum Andans salving leiðir allar dómarar Ísraels.
Í Rutarbók er Hann loysnarin, sum gevur tær alla tína mistu ogn aftur, og sum leiðir teg inn á hansara akur at henta øks, og sum at enda leiðir teg til kornbyngjuna, til eitt lív í yvirflóð (Rut. 3,9).
Hvør er Hann? Í Sámuelsbókunum er Hann kongur av Dávids húsi, sum verður “sterkari og sterkari” (1. Sám. 21,11), meðan hús Sáuls gerst veikari og veikari. Í Kongabókunum er Hann sonur Dávids (1. Kong. 13,2). Í Krýnikubókunum er Hann kongurin, ið ongantíð saknaðist á Dávids trónu (Jer. 33,17).
Edvard Poulsen

