Bíbliunnar Jesus – 5:7
Hvør er Hann?
Í Ezrabók er Hann hin stóri skriftlærdi (Ezra 7,6). Í bók Nehemia er Hann tann, sum byggir Jerusalem upp aftur (Neh. 2,17). Í Esterarbók er Hann hin himmalski Mordokai, tann, sum vil fólki sínum væl og talar til frama fyri ætt sína (Ester. 4. kap.).
Hvør er Hann? Í Jobsbók er Hann grøðarin (Job 42,10. 16.). Í Sálmunum er Hann Ísraels yndisligi sangari ( 2. Sám. 23,1 V.D.), hin líðandi Messias (Sálm. 22), Harrin mín hirði (Sálm. 23), og kongurin, sum kemur (Sálm. 146,10). Hvør er Hann? Í Orðtøkum Sálomons er hann vísdómurin (Orðt. 4,11). Í Prædikaranum er Hann vísmaðurin (Præd. 8,1).
Í Hásonginum er Hann brúðgómurin (Hás. 2,10). Í bók Jesaja er Hann hin stóri staðgongumaðurin av Ísai rótarkvisti (Jes. 11,10). Í bók Jeremia er Hann leirkerasmiðurin, sum aftur tekur sær av fólki sínum (Jer. 18,6). Í Harmaljóðunum er Hann hin grátandi profeturin (Harm. 1,16).
Í Ezekiel er Hann dýrd Ísraels Guds á kerubunum (Ezek. 9,3). Hvør er Hann? Í bók Dánjals er Hann heimshøvdingin, ið koma skal (Dán. 2,44). Í bók Hósea er Hann ektamaður Ísraels (Hós. 2,16). Í bók Jóels er Hann Andin, sum verður útheltur yvir alt hold (Jóel 3,1). Í bók Ámos er Hann tann, sum endurreisir Dávids falnu smáttu (Ámos 9,11).
Í bók Óbadia er Hann harri yvir ríkinum (v. 21). Í bók Jónasar er Hann heidningatrúboðarin, sum tekur hjartaliga synd í heidningaskarunum í fremmanda landinum (Jón. 1,1-2). Í bók Mika er Hann høvdingin úr Betlehem (Mik. 5,1). Hvør er Hann?
Hjá profetinum Náhum er Hann ein strangur Gud, sum hevnir seg yvir gudloysi (Náh. 1,2). Hjá profetinum Habakkuk er Hann Frelsarin, sum frelsir fólk sítt trongdardagin (Háb. 3,16). Hjá profetinum Sefanja er Hann hin rættvísi á Harrans degi (Sef. 2,3 og 3,5). Hjá profetinum Zakarja er Hann hin gjøgnumstungni, sum kemur á Oljufjallinum (Zak. 14,4).
Í bók Málaki er Hann rættvísissólin, sum rísur við heilsubót undir veingjum sínum (Mál. 4,2).
Edvard Poulsen

