Bíbliunnar Jesus – 6:7

Jesus er høvuðspersónurin í Nýggja Testamenti

Eisini í Nýggja Testamenti er Jesus stóri høvuðspersónurin. Í Matteusar Evangeliinum er Hann hin lovaði Messias (Matt. 2,2). Hjá Markusi er Hann tann, sum ger undur (t.d. Mark. 1,34). Hjá Lukasi er Hann menniskjusonurin (Luk. 19,10). Í Jóhannesar Evangeliinum er Hann Guds sonur (Jóh. 1,50).

 

Hvør er Hann? Í Ápostlasøguni er Hann Heilagi Andin (Áps. 1,8). Í Rómverjabrævinum er Hann okkara rættvísi (Róm. 5,1). Í Korintarbrøvunum er Hann halgan okkara (1. Kor. 1,30). Hvør er Hann? Í Galatarbrævinum er Hann tann, sum keypti okkum undan banning lógarinnar (Gal. 3,13).

 

Í Efesusbrævinum er Hann høvdið á likaminum, sum er meinigheitin, kirkjuliðið (Ef. 5,23). Í Filippibrævinum er Hann gleði okkara í Harranum (Fil. 3,1), sum er styrki okkara. Í Kolossubrævinum er Hann hin fremsti, upphavið til alt (Kol. 1,18). Hvør er Hann?

 

Í Tessalónikubrøvunum er Hann tann, sum rykkir meinigheitina til himmals (1.Tess. 4,17). Í brøvunum til Timoteusar er Hann umsjónarmaður kirkjuliðsins (Tim. 3,2). Í Titusarbrævinum er Hann Guds náði, sum elur okkum upp (Tit. 2,11-12). Í Filemonsbrævinum er Hann vinur okkara (Fil. 1,1). Hvør er Hann?

 

Í Hebrearabrævinum er Hann høvuðspresturin í hini sonnu tjaldbúðini, sum Gud hevur reist í himli (Hebr. 8,2). Í Jákupsbrævinum er Hann trúarinnar gerningar (Ják. 2,17). Í Pætursbrøvunum er Hann endurføðarin, sum keypti okkum leys frá arvasyndini og gav okkum lut í guddómligari náttúru (Pæt. 1,18). Í teimum trimum brøvunum hjá Jóhannesi er Hann kærleikin (t.d. 1. Jóh.3,1). Í Judasarbrævinum er Hann trúgvin, sum einaferð fyri allar er fingin hinum heilagu (Jud. 1,3). Í Opinberingini er Hann kongur konga og harri harra (Opb. 17,14).

 

Hvør er Hann? Hann er ofrið hjá Ábeli (1. Mós. 4,4). Hann er ørkin hjá Nóa (1. Mós. 7,1). Hann er blóðið á durastólpunum (2. Mós. 12,7.13). Hann er Gud Sems (1. Mós. 9,26). Hann er signing Ábrahams (1. Mós. 28,4). Hann er Jákups veldigi (1. Mós. 49,24). Hann er Dávids lind ella kelda (Zak.13,1). Hann er stavur Mósesar (t.d. 2. Mós. 4,2). Hann er asnakjálkin hjá Samsoni (Dóm. 15,15). Hann er sleingisteinarnir hjá Dávidi (1. Sám. 17,40). Hann er skikkjan hjá Elia (2. Kong. 2,14). Hann er skuggin hjá Pæturi (Áps. 5,15). Hann er sveittadúkurin hjá Paulusi (Áps. 19,12). Hann er prestur eins og Melkisedek (Hebr. 5,10). Hann er frumburðarrættur Jákups (1. Mós. 25,31). Hann er prestaembæti Levis (4. Mós. 18,7). Hann er hin brennandi tornarunnurin (2. Mós. 3,2). Hann er Harrin, tín lækni (2. Mós. 15,26).

 

Hann er eldstólpin og skýstólpin (2. Mós. 13,21-22). Hann er hitt livandi vatnið (Jóh. 4,10). Hann er hitt livandi breyðið (Jóh. 6,35). Hann er styrki Kálebs (Jósva 14,11). Hann er krígsætlan Gideons (Dóm. 7,16). Hann er sigur Jeftas (Dóm. 11,29.33). Hann er styrki Samsons (Dóm. 14,6). Hann er eingilin í Bokim (Dóm. 2,1 V.D.). Hann er lovsongur Deboru (Dóm. 5). Hann er tjaldhælurin hjá Jaeli (Dóm. 4,21). Hann er neytastavur Sjamgars (Dóm. 3,31).