Bið

Skrivað: Marjun Nattestad Petersen

”Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum” (Matt 7,7).

Eg havi mangan hoyrt fólk siga: ”Eg havi biðið til Guds, men eg fái onki svar”. Bøn er andadrátturin í kristindóminum, hava vit eisini hoyrt mangar ferðir. Men hvat er bøn? Bøn er ein samtala við Gud, har vit kunnu tosa við Gud um alt, og tað nýtast ikki bara at vera andalig ting, vit tosa við hann um. Tú kanst tosa við Gud um fótbólt, um tú ert fótbóltspælari, binding, um tær dámar væl at binda, ella um matgerð og so framvegis. Gud hevur skapt teg við øllum tínum áhugamálum, og hann kennir teg betur, enn tú kennir teg sjálvan. So hví skalt tú ikki tosa við hann um alt?

Tá ið tú biður, kanst tú ímynda tær, at Jesus situr beint yvirav tær, las omma mín einaferð fyri mær. Hetta, haldi eg, er ein so heilt fantastisk mynd, sum er við til at gera Jesus meira livandi. Um tú biður og kennir tað soleiðis, at tú onki svar fært, kanst tú spyrja teg sjálvan: Brúkar tú tíð saman við Gudi í Bíbliuni og í bøn? Ella biður tú Gud um at hjálpa tær við hesum og hasum og setur teg síðan at bingja netflix ella at hyggja at tíðindum eitt heilt kvøld? Fyri at hoyra Guds rødd, mást tú brúka tíð saman við honum – ikki bara, tá ið tú ert í neyð, hóast at tað ofta er tá, at vit biðja mest. Lær Gud at kenna, les í Bíbliuni, bið til Guds og lurta eftir Gudi hvønn dag. Um tú ikki ert vanur við at lesa, so les bara eitt vers um dagin og hav tað í tínum tokum. Og tá ið tú er liðugur at biðja, kanst tú siga: Gud, er tað nakað, sum tú vilt siga við meg beint nú? og lurta so. Gev tær tíð til at geva Gudi pláss í tínum tonkum og tínum hjarta. Á henda hátt kann Guds Andi umbroyta títt lív.