Bøn uttan orð

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Harri, tú kennir alla mína trá, mín stynjan er ikki fjald fyri tær” (Sl 38,10).

Suff, ella stynjan, er orðaleys bøn. Paulus sigur í Rómverjabrævinum 8, at skapningurin skal verða loystur úr trældómi forgongiligleikans til dýrdarfrælsis Guds barna. Tí at vit vita, at allur skapningurin stynjar tilsaman og hevur føðingarverkir tilsaman líka til nú. Men, leggur hann aftrat, eisini vit stynja, og tað er tí, at vit nokk eru frelst, men væl at merkja í vónini. Hann, ið vit trúgva á, síggja vit ikki. At deyðin hevur mist sín mátt, síggja vit ikki, tvørturímóti, vit síggja deyðan hava sigrað og hava ræði.

Tí eru Guds fólk á jørð menniskju, sum kunna biðja, tala við okkara himmalska faðir sum kæru børn við sín himmalska faðir; og hava vit trupulleika at forma egnu orð, so eiga vit Harrans bøn, Faðirvár, sum Jesus lærdi okkum.

Tó kunnu vit koma í trupulleikar, ja, vit hava ilt við at finna orð. Tá hava vit loyvi at senda eitt suff. Eitt suff ella eina stynjan upp til Guds, hoyrir hann. Hetta visti sálmaskaldið í gomlu pakt. Hetta er enn greiðari í nýggju pakt. Tí, tann, ið lesur víðari í Rómverjabrævinum 8, fær at síggja, at tað ikki bert eru tvey suff ella stynjanir. Hann sigur: “Tí at vit vita, at allur skapningurin stynjar tilsaman og hevur føðingarverkir tilsaman líka til nú, ja ikki bert hann; men eisini vit stynja við okkum sjálvum.” Nei, tað eru trý, ið stynja; “men somuleiðis kemur eisini Andin okkum til hjálpar, tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, soleiðis sum tað eigur at vera gjørt; men sjálvur Andin gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum.” – Soleiðis er eisini okkara støða, tá ið deyðin bankar á dyrnar, tá vita vit ikki orð, ella tá ið sinnið er sjúkt, so vit ikki fáa savnað okkum. Tá hevur Gud ein hjálpara at senda okkum, sín Heilaga Anda, ið ber okkara suff upp til Guds.

Tí syngur Brorson:

Um góðsku tína sál mín kvøði

til lívsins síðsta andadrátt,

ja, tá mín tunga lamnd av møði

í munni mínum tagnar brátt,

og einki ljóð er barmi í,

tá stígi míni suff mót ský.

(Sálmabókin 5,6)