Brúka lívið til at vitna

Skrivað: Unn Justinussen

“Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Gud frammanundan hevur skipað fyri, at vit skuldu leggja okkum eina við teimum” (Ef 2,10).

Gud hevur skapað okkum í síni mynd. Ætlan hansara var, at vit skuldu liva saman í sátt og semju á jørðini. Men so kom syndin inn í heimin. Hetta viðførdi, at Gud mátti leggja eina frelsuætlan fyri øll menniskju. Hann mátti lata sín einasta son í deyðan fyri at bjarga okkum menniskjum. Tað er tí ikki líkamikið, hvussu vit liva okkara lív. Guds ætlan við øllum menniskjum er, at vit ein dag skulu samlast heima í himli saman við honum í ævir. Tí ynskir Gud, at eg og tú, sum hava tikið ímóti frelsuni, ið Jesus vann okkum á Golgata krossi, brúka okkara lív til at vitna fyri øðrum menniskjum, soleiðis at tey blíva frelst og kunnu fáa lut í tí æviga lívinum heima í himli – saman við Jesusi. Hetta er sera umráðandi! Vit kunnu við okkara gerningum føra onnur menniskju í glatan. Vit kunnu eisini við okkara gerningum leiða menniskju til Jesus. Latið okkum standa saman í Guds ríkis arbeiði og verða við til at vinna menniskju fyri Jesus! Amen!