Bygg ikki á bleytan sandbotn
"... og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni" (Matt 7,25).
Umvendingin peikar okkum á, hvat tað var, sum hendi, tá ið vit vórðu borin til dópin, ella vit sjálv gingu, tí har vóru vit sett á tann fasta klettin, sum ikki skal vikast; tí har var tað Gud sjálvur, ið einsamallur handlaði, og hann broytir ikki støðu ella skiftir sinni yvir fyri tær. Tað, sum Gud gav tær í dópinum, stendur fast enn í dag og hvønn dag, tú livir her á jørð.
Tá ið hetta er vorðin ein livandi veruleiki í okkara lívi, ræður um, at vit búnast og vaksa andaliga. Tað nyttar ikki at byggja á okkara egna strev og knoss, okkara baks og slit til at búnast og vaksa andaliga, heldur ikki á okkara egna góða vilja. Hvør kennir ikki til at harmast um, at tað gongur so smátt – eg eigi ikki mátt at standa ímóti freistingum – eg snávi so mangan, havi ov lítla trúgv, heimurin hevur so stórt vald á mær – kærleikin til Gud og næstan er so lítil og so framvegis.
Kanska eg sigi uggandi við meg sjálvan: Eg havi ein erligan vilja at gera tað rætta. Ja, men hvør veit, um mín erligi vilji vendir rætt? Eg stríðist og strevi við at vinna framá. Slíkur sjálvsuggi ber bara í sær uppaftur meira strev. Kanska stríðið og strevið ikki er knýtt at kraftini frá tí krossfesta og upprisna. Og eg komi ongan veg! Men hoyr! Eftir stendur bara tað, sum Gud hevur gjørt, og sum hann vil gera. Hann, sum byrjaði hin góða gerning í okkum, vil fullføra hann líka til Jesu Krists dag.