Deyðin í grýtuni

„Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst. “
Jóh.12,24

 

Hasi orðini ljóða sum yvirskriftin á einari krimi, men tað eru tey ikki. Hatta er ein frásøgn úr Gamla Testamenti 2. Kong. 4,38 – 41.

 

Har lesa vit um profetin Elisa. Hann hevur eisini eins og Jesus ein flokk av lærusveinum, kallaðir profetasynir. Teir sita framman fyri Elisa. Hungur er í landinum, men Elisa sigur við tænastudreingin: ”Set ta stóru grýtuna útá og kóka síðani urtagreyt til lærusveinarnar.” Tænarin fór út í hagan og skar eina rúgvu av nøkrum villum plantum, ið hann ikki kendi. Hann fylti upp í kappa sín. So fór hann til hús og skar alt hetta niður í pottin. Tá ið kókað var, oysti hann uppúr. Teir fóru undir at eta, men róptu beinanvegin: ”Deyðin er í pottinum, tú Gudsmaður!” Hesin maturin var ikki etandi, tað virkaði, sum eitur var í matinum. Elisa segði tá: ”Gevið mær eitt sindur av mjøli!” Og tá ið hann hevði stoytt tað í og rørt runt, var tað hin fínasti grýturættur.

 

Eitrið í matinum er ein mynd upp á syndina, sum eitrar okkum øll. Men móteitrið er Jesu deyði á krossinum. Hansara blóð reinsar frá allari synd.

 

Jesus tosar eisini nakað um korn og kraftina í tí. Í Jóh. 12,24, stutt fyri deyða sín, sigur Hann: ”Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.” Men hveitikorn er ov hart at eta soleiðis uttan víðari. Tað má knúsast og malast, áðrenn tað verður til mjøl. – Jesus var hveitikornið, sum bleiv knúst, Hann doyði og varð lagdur í jørðina, og við deyða sínum rindaði Hann fyri syndirnar hjá allari mannaættini. Men fyri at fáa lut í hesi dýru gávu, mugu vit biðja Hann um fyrigeving fyri alt tað skeiva, vit hava gjørt, og bjóða honum inn í hjartað sum Harra og Frelsara og takka honum fyri eina so stóra frelsu. Hansara deyði bar miklan ávøkst, tí menniskju í hópatali hava tikið ímóti Jesusi og eru farin inn til dýrdina.

Effie Campbell