Ein náttúrulóg
”… teir menn, ið kenna Gud sín, halda fast við hann og sýna tað í verkum” (Dán 11,32).
Tað stendur ikki, at vit “burdu tikið okkum saman” og sýnt í verki, at vit trúgva. Nei, tann, sum kennir Gud sín, heldur fast við hann, og tað kemur til sjóndar í tí, sum hann/hon ger. Sum um tað er ein náttúrulóg.
Ikki so at skilja, at tað bara hendir av sær sjálvum, at Guds børn gera góðar gerðir. Kristnilívið inniber altíð eitt stríð innií tí kristna millum holdið (sum ikki vil tað, sum Gud vil) og andan (sum vil tað, sum Gud vil).
Men tað er tó natúrligt fyri tann, sum kennir Gud, at liva eftir hansara vilja. Tað sigur seg sjálvt: Tann, ið kennir Gud, roknar við Gudi og livir ikki, sum um Gud ikki er til…