Ein rá køka
„Efraim blandaði seg við tjóðirnar; ein køka er nú Efraim vorðin, ið ikki hevur verið vend. “
Hós.7,8
Jesus brúkti ofta líknilsir fyri at fáa lærusveinarnar og fólkið annars at minnast til og læra betur, hvat ið tað var, Hann vildi siga teimum.
Men í Gamla Testamenti verður sami máti javnan brúktur. Seta vit so eina yvirskrift yvir frásøgnina, so verður uppaftur betri at minnast, hvat ið innihaldið er um.
Í Hós. 7,8 stendur eitt skriftstað, sum er heldur sjáldsamt: ”Efraim blandaði seg við tjóðirnar; ein køka er nú Efraim vorðin, ið ikki hevur verið vend.”
Hetta er altso ein køka, sum verður bakað á pannu. Hon er brún og pen á niðaru síðu. Men tey hava ikki vent henni, so hon er rá, vát og kleiggjut omaná. Hon er ikki etandi.
Ein heil ætt í Ísrael, Efraim ættin, verður sammett við eina slíka køku. Hví? Tí Harrin hevði sagt við tey, at tey skuldu ikki blanda seg við hini fólkasløgini. Men teir litu meira á hinar tjóðirnar, sær sjálvum til bana. Teir vóru sum ein óbakað, rá køka, sum var óbrúkilig.
Hetta lærir okkum, at vit skulu líta fult og fast á Harran og ikki standa við einum beini í hvørjari legu. Hetta er valið millum at velja heimin ella Harran og harvið Guds ríki. Effie Campbell
Edvard Poulsen

