Ein spurningur um lív ella deyð
Og tá ið hann (Jesus) var komin út á vegin, kom ein rennandi og fell á knæ fyri honum og spurdi hann: »Góði meistari, hvat eigi eg at gera, at eg kann arva ævigt lív?« … »Eitt vantar tær: Far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!« Men hann varð dapur í huga av hesum orði og fór syrgin burtur, tí at hann átti nógva ogn.«(Mark 10,17-22)
Hvat er tær allarkærast? Er tað tín yrkisleið? Er tað peningur og ríkidømi? Er tað at verða populer/ur? Er tað materiell ting? Ella er tað at fylgja Jesusi? Hugsa teg væl um, tí tað kann gott vera, at tað er júst hetta, ið kemur at kosta tær tann dýra gripin í himli.
Maðurin, sum vit lesa um í Markus 10, var ein ríkur maður – hann átti nógvan pening, jørð og ogn. Lat meg siga beinanvegin, at tað í sjálvum sær als ikki er nakað galið í at vera ríkur ella at eiga nógva ogn. Um ein umsitur sínar ognir og pening rætt, er tað tvørturímóti eitt vælsignilsi. Men hesin ríki maðurin setti alt sítt álit á pening og ognir, og tað var tíanverri eisini peningur og ognir, sum hann hevði allarkærast.
Hesin ríki maðurin ynskti at arva ævigt lív og koma inn í Guds ríki, og hann hevði frá barnsbeini av hildið boðini og livað eitt reiðiligt lív. Men Jesus greiðir manninum frá, at hetta at fylgja lógunum í sjálvum sær ikki er nokk fyri at arva Guds ríki. Nei, tú mást venda um og fylgja Jesusi, um tú skalt koma inn í Guds ríki.
Jesus visti, at tann ríki maðurin setti alt sítt álit á sínar ognir og pening heldur enn á Gud; tí bað Jesus hann selja ognirnar og geva teimum fátæku peningin.
Jesus sigur við við mannin: »Eitt vantar tær: Far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!«. Men tann ríki maðurin kláraði ikki at gera hetta. Peningur og ognir vóru tí ríka manninum allarkærast, og tí vendi hann Jesusi bakið og valdi heimsins ríkidømi fram um frelsuna. Hann valdi tað matriella ríkidømið fram um teir andligu gimsteinarnar í Himlinum, og tí kundi hann ikki arva Guds ríki. Hetta var eitt stórt mistak. Bíblian lærir okkum, at alt sum er av hesum heimi – eisini peningur og ognir – er forgeingilig. Tað er einans tað andliga ríkidømið, sum er ævigt.
Um vit velja at fylgja Jesusi í staðin fyri at lata heimsins forgeingiliga ríkidømi ráða yvir okkum, kunnu vit koma heim til Guds og arva nógv størri ríkidømi enn hesin heimurin nakrantíð kann bjóða.
Hvat er mest umráðandi fyri teg her í lívinum? Hetta er ein sera rannsakandi spurningur, men vit eru noydd at seta okkum hann. Tað er ein spurningur um lív ella deyð.