Ein verulig superhetja

Skrivað: Hanna Skorastein

Gud er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur.” (Sálm 46,2)

Við tveimum smádreingjum í húsinum, eru vit gjøgnum árini komin at kenna nógvar ymiskar super-hetjur, sum eru at finna í teknirøðum og sjónvarpsrøðum – superman, batman, ironman og so víðari. Og tað er ikki hissini, hvat hesar hetjur fáa av skafti, alt frá at bjarga fólkum í neyð, til at lyfta bilar, og enntá at flúgva og ikki mist – til endans at vinna á tí ónda. Hetta er stórt í teimum smáu barnahjørtunum. Hesar hetjur finnast tó bert í teknirøðunum og filmunum.

Ein verulig hetja (um eg kann loyva mær at nýta hetta heiti) finst tó, sum er størri enn allar hesar hetjur tilsamans. Gud er okkum vernd og verja. Vit kunnu verða álopin úr øllum ættum, tað er so ymiskt, hvat fellur okkum í lut á lívsleiðini. Men Gud er okkum vernd og verja.

Tað er so ymiskt, hvat okkum møtir á lívsleiðini, men Gud er ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur. Hetta er stórt. Hvussu víkur og vendir, so eiga vit ein himmalskan faðir, sum í øllum lutum og øllum lívsins viðurskiftum er okkum vernd og verja. Tað er veruliga trygt at kunna hvíla í hesum, at hann, sum hevur vunnið sigur á syndini, er okkum vernd og verja. Ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur. Hann ansar eftir okkum, og vit fáa loyvi at leggja okkara lív, og øll okkara viðurskifti annars, í hansara hendur, og har eru vit trygg.