Einans Jesus gevur ævigt lív
”Hann er steinurin, sum varð vrakaður av tykkum, húsasmiðunum, men sum er vorðin hornasteinur. Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við” (Áps 4,11-12).
Tað eru tvinnir vegir úr hesum heimi. Tann eini førir til glatan og hin til ævigt lív í gleði hjá Gudi. Hetta er ein sannroynd, sum í dag kanska stendur fyri álopi, men hvussu nógv roynt verður, so kann hesin veruleikin ikki vikast.
Tí er umráðandi, at tú vendur tær til Harran Jesus og biður um fyrigeving og játtar tínar syndir, so at tú kanst verða frelstur frá ævigum dómi.
Og sum dagsins ørindi sigur tað so klárt, so er ikki annað navn givið, sum kann frelsa teg, uttan Jesus.
Á páskum minnast vit, at hann varð krossfestur og reis upp, fyri okkara syndir, soleiðis at vit einans skulu trúgva á hann og liva okkara lív í samsvar við hansara vegleiðing. Gera vit tað, leiðir hann okkum til eina gleðiliga uppreisn tann dag, hann kemur aftur.
So fá nú í lag at boyggja teg fyri Jesusi og sig honum takk fyri tað fullgjørda verkið á Golgata.
Kom og verð við í tí hvíta skaranum, sum skal syngja Harranum prís.
Gud signi tær dagin.